Pólland sleppur ikki at halda fram

Tapið fyri Eysturríki ber við sær, at tað nú er greitt, at Robert Lewandowski og liðfelagar hansara fara til hús mitt í næstu viku

Jóannes Hansen
21. juni 2024 kl. 23:46

Eysturríki varð roknað at vera stórfavorittur, og Eysturríki vann 3-1 ímóti Póllandi. Soleiðis sum hini úrslitini í bólkinum hava lagað seg, so er tað greitt, at Pólland ikki verður partur av 1/8 finaluni. Síðsti dysturin hjá Póllandi verður týsdagin, tá ið Frakland verður mótstøðuliðið.

Eysturríksku favorittarnir vóru fyrstu løtuna greitt omaná, og áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, legði Eysturríki seg á odda 1-0. Málskjútti var Gernot Trauner úr Feyenoord úr Hollandi, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið eftir innkast í vinstru, og eftir at vongverjin í vinstru Philipp Mwene legði innfyri.

Pólland fótaði sær, og tá ið ein hálvur tími var farin, eydnaðist tað at javna. Eftir innlegg úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram var tað Krzysztof Piątek, ið spælir við turkiska Başakşehir, sum javnaði til 1-1.

Leikliga stóð Pólland í stórum pørtum av tíðini einki aftanfyri mótstøðuliðið, men tað eydnaðist ikki at skora mál. Heldur ikki tá ið Robert Lewandowsky, sum hevur verið illa skaðadarvaður, varð skiftur inn.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Leipzig spælarin Christoph Baumgartner, sum legði Eysturríki framum 2-1, og so fótaði Eysturríki sær av álvara. Marko Arnautovic umsettti brotsspark til 3-1, sum eisini varð úrslitið.

Eysturríki hevur trý stig, og um tað týsdagin fer at eydnast at vinna ímóti Hollandi, so verður Eysturríki næstfremst í bólkinum. Tað er eisini møguleiki fyri, at triðja plássið í bólki D kann bera pláss í 1/8 finaluni við sær.