Paul Watson handtikin í Grønlandi

Paul Watson er eftirlýstir altjóða og nú hevur løgreglan í Grønlandi handtikið hann

Áki Bertholdsen
21. juli 2024 kl. 14:49

Tá ið skipið hjá Paul Watson, sum eitur John Paul Dejoria, legði at í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, í morgun, stóð løgreglan fyri teimum.

Sermitsiaq skrivar, at ørindini vóru at handtaka Paul Watson, sum nú hevur stovnað sín egna unhvørvisfelagsskapm Captain Paul Watson Foundation. Tað hevur hann gjørt, eftir at hann varð tveittur úr Sea Shepherd tí hann var ov víðgongdur í síni framferð.

Paul Watson er eftirlýstur altjóða og tí er hann handtikin, sigur løgreglan í Nuuk við Sermitsiaq. Tey siga eisini, at tað Paul Watson gav seg upp í hendurnar á løgreglini uttan at mótmæla.

Løgreglan har sigur, at tað eru myndugleikarnir í Japan, sum hava eftirlýst Paul Watson og tí stóð løgreglan fyri skipinum hjá honum, tá ið tey løgdu at í Nuuk.

Seinni í dag verður hann førdur fyri rættin við tí endamáli at hann skal varðhaldsfongslast til støða er tikin til um hann skal latast upp í hendurnar á myndugleikunum í Japan.

Tað er ein spurningur, sum løgmálaráðið í Danmark, nú skal taka støðu til.