Ólavur roynir seg aftur í EB/Streymi

Fyrrverandi KÍ spælarin var ongantíð á liðnum hjá EB/Streymi, tá ið hann í 2022 var í felagnum

Mynd: EB/Streymur
Jóannes Hansen
14. juni 2024 kl. 21:42

Í kvøld boðar EB/Streymur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Ólav Niclassen. 26 ára gamli verjuspælarin hevur fyri tað mesta umboðað barndómsfelagið KÍ. Í 2021 spældi hann við ÍF, og í 2022 var ætlanin, at Ólavur skuldi spæla við EB/Streymi. Hann vandi við, men so varð hann so mikið illa skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla, og hvørki í 2022 ella 2023 spældi hann.

Ólavur hevur síðstu tíðina vant við EB/Streymi. Í gjár vann hann á liðnum í 2. Deild, sum á heimavølli vann 4-2 ímóti Víkingi, og nú hava EB/Streymur og Ólavur Niclassen skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri tað, sum er eftir av hesum árinum, upplýsa tey í EB/Streymi í kvøld.

Seinnapartin sunnudagin fær EB/Streymur vitjan av KÍ.