Oddamaðurin í Crazy Town deyður

Bólkurin gjørdist heimskendur í ár 2000 við lagnum Butterfly

Shifty Shellshock er ovast í miðjuni (Mynd: Fryderyk Gabowicz)
Fríðmundur Nattestad
25. juni 2024 kl. 18:30

- Come my lady, come-come my lady. You're my butterfly, sugar baby.

Hesa regluna munnu fleiri hava sungið við til, tá lagið Butterfly í ár 2000 var tráðspælt allastaðni. Maðurin, sum sang lagið, var Shifty Shellshock, oddamaður í bólkinum Crazy Town.

Mynd: Getty Images

Shifty Shellshock - ella Seth Binzer, sum var hansara borgarliga navn - var mánadagin funnin deyður í heiminum. Hann gjørdist 49 ára gamal. Deyðsorsøkin er ikki almannakunngjørd. Hetta skrivar amerikanski miðilin Variety í dag.

Sí sjónbandið til lagið Butterfly niðanfyri.