Nýtt uppskot kann loysa ein fastan knút í málinum um fosturtøku

Hetta kann verða ein loysn fyri tey, sum ikki vilja vera við til fosturtøkur tí tað stríður ímóti teirra sannføring

Áki Bertholdsen
21. apríl 2024 kl. 16:28

Í sambandi at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um fría fosturtøku til 12. viku, hevur tað í stóran mun verið ein ávísur spurningur, sum hevur verið til umrøðu. Og tað er spurningurin um heilsustarvsfólk kunnu nokta at vera við til fosturtøkur um tað stríður ímóti teirra sannføring.

Ein bólkur av ljósmøðrum hevur heitt á Løgtingið um at broyta lógina soleiðis at heilsustarvsfólk kunnu nokta at vera við til fosturtøkur um tað er í stríð við teirra sannføring.

Hinvegin heldur Diana Reynstind, selækni í kvinnusjúkum, at tey, sum velja at arbeiða sum heilsustarvsfólk, skulu hjálpa øllum, sum hava brúk fyri hjálp, sama hví, og hvussu, tey eru komin í ta støðu at tey hava brúk fyri hjálp

Nú hevur eisini Sólja J. Ceni, sjúkrarøktarfrøðingur, gjørt vart við so og í einum skrivi til Løgtingið hevur hon eitt eitt nýtt uppskot um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

– Kann loysnin vera, at Heilsuverkið ger eitt toymi, sum bara starvast við fosturtøkum, og sum heilsustarvsfólk kunnu søkja um arbeiði í, ella sum tey kunnu lata vera við at søkja um at vera við í, spyr hon.

Hon sigur, at hetta er nógv brúkt í Heilsuverkinum.  

– Eg kann velja, ella frávelja, at søkja starv innan eldraøkið, eg kann velja, ella frávelja, at søkja starv á skurðdeplinum ella á medisinska deplinum, og eg kann velja, ella frávelja, at søkja starv í palliativa toyminum, sigur hon

– Tí skuldi tað ikki verið ómøguligt at tryggja heilsustarvsfólki samvitskufrælsi at velja, ella frávelja, at vera við til fosturtøkur heldur hon. 

– Ein av grundsúlunum í okkara samfelag er persónliga frælsi - talfrælsi, skrivifrælsi og trúðarfrælsi - og frælsi til at liva soleiðis sum okkum lystir, sigur hon. 

Hon heldur, at tí er tað undrunarsamt at hetta lógaruppskotið, har persónliga samvitskufrælsi verður skert, kemur frá Bjarna K. Petersen, hvørs politikkur nettupp skuldi bygt uppá persónligt frælsi. 

– Eg undrist og spyrji, hvar er virðingin er fyri teimum, hvørs samvitska ikki kann liva við viðvirkan til fosturtøku, spyr hon. 

Hon heldur, at tað ber væl til at vera professionellur og samstundis hava eina samvitsku, sum ger tað ringt at vera við til fosturtøkur.

– Lat ikki rættin hjá einum bólki í samfelagnum, sum vil hava fría fosturtøku, ganga útyvir rættin hjá heilsustarvsfólki at handla eftir síni samvitsku í hesum eyma máli sum fosturtøka er, sigur Sólja J. Ceni.