Nýggur ræðufilmur verður tikin upp í Føroyum

Dimmalætting er aftur at fáa í sølubúðunum kring landið og hon er heilar 64 síður at góðum søgum

Jonhard Hammer
28. juni 2024 kl. 18:15

Nú er aftur síðst í mánaðinum og tað merkir, at ein nýggj Dimmalætting er aftur at fáa í sølubúðunum kring landið.

Dimmalætting er heilar 64 síður og millum annað taka vit pulsin á øllum kommunum í Eysturoynni fyri at vita, hvat rørist har.

Eitt nú verður eitt reisigildi í Runavík um tvær vikur - og tað er eitt reisigildi, tey hava bíðað eftir í 60 ár.

Vit hava eisini søguna um ein nýggjan ræðufilm, sum verður tikin upp í Føroyum og vit kunnu eisini fortelja, at hóast Løgtingið hevur samtykt, at kommunur skulu sleppa at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum, verður tað ikki enn á sinni, at tað verður veruleiki.

Men eitt, sum verður veruleiki, er, at í heyst leggur Landsstýrið eitt uppskot fyri Løgtingið, sum gevur kommunum heimild. til at leggja avgjald á hús, sum eingin býr í.

Eitt stórt mál hesa seinastu tíðina hevur verið um Tvøroyrar Kommuna, og Hvalbiar Kommuna, skulu leggja saman. Og tað var av ongum, er tað eitt, sum er púra vist, og tað er, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn.

Í Dimmalætting hesa ferð hava vit eisini nakrar metingar um, hvussu nógv verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum kosta alifeløgunum.