Nýggj frímerki sniðgivin av Heiðriki á Heygum

Posta gevur í dag út nýggj frímerki við árstíðunum sum myndaevni

Fríðmundur Nattestad
24. juni 2024 kl. 12:15

Fyri ári síðan gav Posta, sum fyrsta norðurlendska postverk, út kryptofrímerki. Myndevnið var árstíðirnar, sum Heiðrikur á Heygum sniðgav so hegnisliga.
Og nú, júst eitt ár seinni, verða vøkru tekningarnar givnar út sum vanlig frímerki, tó hesa ferð settar saman í einum smáarki við vøkrum blómukanti.

Hesum boðar Posta frá í tíðindaskrivi.

Um íblásturin til útgávuna sigur Heiðrikur á Heygum soleiðis: - Posta læt mær eina sera spennandi uppgávu upp í hendur. Eg varð biðin um at sniðgeva frímerki, sum myndaðu tær fýra árstíðirnar í Føroyum. Spentur upp á at fagna okkara serstaka mentanarliga samleika, fekk eg íblástur úr vøkru broderaðu blómunum í føroysku klæðunum. Við at seta blómur og djór, alt eftir árstíðini, inn í sniðini, royndi eg at skapa frímerki, sum myndaðu tær veruligu Føroyar.


- Eg valdi við vilja svarta bakgrund við tilvísing til siðbundnu føroysku klæðini, sum ofta eru svørt við vøkrum broderaðum blómum. Henda avgerð fagnar ikki einans okkara mentanararvi, men dregur eisini fram vøkru blómulitirnar og skapar harvið eina visuelt eyðsýnda samanseting, sum ger tann siðbundna føroyska estetikkin ítøkiligan, sigur Heiðrikur á Heygum.

Í sambandi við útgávuna hevur Posta eisini latið framleitt eina heilt serliga mappu í avmarkaðari nøgd. Í mappuni eru øll fýra kryptofrímerkini umframt ein serlig útgáva av vakra smáarkinum, sum er talmerkt og hevur undirskriftina hjá Heiðriki á.


Á heimasíðuni hjá Posta, stamps.fo, ber til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.