Nú verður tryggari hjá fólki til gongu og á súkklu

Tey í Æðuvík hava fingið ein serligt vegastrekki, sum ger tað tryggari

Bilarnir skulu halda seg ímillum tær breiðu strikurnar og tað er bara tá ið bilar møtast, at teir kunnu fara út um - men tað skal vera við størsta varsemi
Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 12:46

Nú er eitt tiltak sett í verk fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá ábærari ferðslu í Æðuvík. Ábær ferðsla er eitt nýtt hugtak fyri fólk til gongu og á súkklu, og tað er tað, sum áður kallaðist bleyt ferðsla.

Í hesum sambajdi er vegurin merktur av nýggjum, so at hann nú er tað, tey kalla ein »2 minus 1 vegur«. Somuleiðis verða tvær vegbungur settar upp, sum skulu tálma ferðini hjá bilum.

Hetta merkir, at tað verða tryggari hjá fólki til gongu og á súkklu. Landsverk sigur, at tey eru í ferð við arbeiðið nú og at tað verður liðugt skjótt.

Ein vanligur vegur hevur ofta tvær koyribreytir. Tá tá ið talan er um ein »2 minus 1 veg«, verður onnur koyribreyt tikin burtur - og tí eitur tað ein »2 minus 1«, vegur. Koyribreytin verður týðiliga merkt við eini breiðari triku báðumegin kouribreytina Endamálið er, at bilarnir skulu koyra á koyribreytini, mitt eftir vegnum, ímillum báðar strikurnar.

Fólk til gongu, ella á súkklu, eru so uttan fyri koyribreytina.

Tað er bara, tá ið bilar møtast, at teir kunnu fara yvir um strikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Men í slíkum førum skulu bilførarar ansa serliga væl eftir eftir fólki á súkklu og til gongu og halda aftur fyri teimum.

Nakrir aðrir vegir av hesum slagi eru kring landið og Landsverk sigur, at væntandi verða fleiri slíkir vegir gjørdir kring landið.