Nú verður nýggja farstøðin á Molanum í Havn bygd

Verkætlanin skal vera liðug á sumri í 2026

Fríðmundur Nattestad
20. juni 2024 kl. 16:30

Í dag var stóri dagurin, tá ið fyrsta asfaltið varð loyst á Molanum, har Smyril Line og Tórshavnar kommuna, saman við Tórshavnar havn, nú byggja nýggja farstøð og høvuðssæti til P/F Smyril Line.

Hesum boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi í dag.

Felags nútímans verkætlanin, ið verður 8.054 fermetrar til støddar, fevnir um farstøð við landgongubrúgv og check-in, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line, eins og høli til tollarar. 

Tað eru Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, sum í felag standa fyri verkætlanini, ið skal verða liðug á sumri í 2026.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, loysti fyrsta asfaltið