Nú verða SEV og IRF kanska rakt av verkfalli

Samráðingarnar slitnaðu í morgun og semingsmaðurin er boðsendur

Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 12:23

Samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevaravelagið, KAF, eru  slitnaðar og semingsmaðurin boðsendur.

Hetta eru samráðingar um nýggjar sáttmalar fyri maskinmeistarar hjá SEV og hjá IRF og nú samráðingarnar eru slitnaðar, er eisini vandi fyri verkfalli.

Masinmeistarafelagið sigur í tíðindaskrivi, at KAF var hvørki til at høgga ella stinga. Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur eisini í tíðindaskrivinum, at samráðingarnar hava víst at KAF ikki heldur, at reglur um arbeiðstíð er ein samráðingarspurning.

Samráðingarfundurin í morgun var stuttur, tí hann vardi bara ein hálvan tíma tí útspælið hjá Maskinmeistarafelagnum bara var skúgvað til viks.

– Fyri okkum er tað avgerandi at tryggja limunum greiðari reglur um arbeiðstíðir og ikki minst er tað avgerandi, at virðingin fyri frítíð og hvílitíð verður staðfest í sáttmálanum sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

– Eg var bjartskygdur, tí í nýggja sáttmálanum fyri okkara limir hjá Strandferðsluni, viðurkendi Fíggjarmálaráðið nøkur grundleggjandi viðurskifti á hesum økinum, sigur hann

– Eg hevði væntað somu viðurkenning frá KAF, men tey eru hvørki til at høgga ella stinga í og tey vilja als ikki tosa um at fáa greiðari reglur um frítið og hvílitíðir, um arbeiði í vaktarskipan, at arbeiða forskotið, tilkallivaktir, og so framvegis, sigur Arnfinn Bech.

Í okkara semjuuppskoti vóru lønarkrøvini hjá okkum umleið tey somu, sum onnur feløg hava fingið, og annars hava vit at lagt stóran dent á reglurnar um arbeiðstíð, sigur formaðurin í

– Greiðar reglur um arbeiðstíðir - ikki minst reglur fyri, undir hvørjum treytum, arbeiðsgevarar skulu kunna hava ræði á frítíðini hjá sínum starvsfólkum, eru so grundleggjandi, at kanska er tað rætt, at hava lógarfestar reglur fyri hesum.

Myndin er frá samráðingarfundinum í morgun. Stutt eftir, at rundstykki og kaffi vóru farin niður um, slitnaðu samráðingarnar, og boð eru send eftir semingsmanninum. Vinstrumegin borðið er tað samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður, Regin Olsen, næstformaður, Magni G. Joensen, nevndarlimur, og Hallur Andreassen, álitismaður hjá SEV. Yvir av teimum sita Bjarni Mortensen, fulltrúi hjá KAF, og Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá KAF.