Nú sær betri út: Tað er meiri til av toski - og nógv til av hýsu

Bæði toskurin og hýsan eru feit, sigur Havstovan

Savnsmynd frá Havstovuni
Áki Bertholden
16. september 2024 kl. 16:20

Nú í august mánað hevur Havstovan gjøry yvirlitstrolingar, og tað sær betri út enn tað hevur gjørt.

Havstovan sigur, at úrslitini vísa, at tað er meiri til av toski enn tað hevur verið hesi síðstu fimm árini. Men enn er nøgdin kortini enn væl undir miðal, leggja tey afturat.

Hinvegin er nøgdin av hýsu væl yvir miðal, og hon er enntá ein tann størsta hesi árini, kanningarnar eru gjørdar, sum eru frá 1996 til í ár.

– Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal, sigur Havstovan

Aftur nú vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og eru tað nógv ár síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum. Eisini í kanningunum í vár vóru kalvaspraggur at fáa.

– Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri.

– Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.

Havstovan sigur, at toskur, hýsa og upsi verða stovnsmett seinni í ár í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, og hesi úrslit verða almannakunngjørd 29. novembur.