Nú mugu tey aftur koyra upp á tann gamlan mátan

Ljósini við Tunlarnar Norður um Fjall, rigga ikki

Myndin er frá Landsverki
Áki Bertholdsen
7. juli 2024 kl. 11:48

Fyri eini løtu síðani varð ljósreguleringin við Tunlarnar Norður um Fjall, óvirkin.

Ferðslan í tunlunum verður stýrd við ljósregulering, so hon er einvegis hvønn vegin nakrar minuttir ísenn.

Men Løgreglan sigur, at nú er streymskápið, sum stýrir ljósreguleringini, farið og har er alt kortsluttað.

Tey siga, at skaðin er umfatandi og enn er óvist, nær ljósini virka aftur.

Tunlarnir verða ikki stongdir, men men tað merkir so aftur, at nú mugu tey koyra aftur upp á tann gamla mátan, har tey halda av fyri hvørjum øðrum, tí nú eru eingi ljós uttan fyri, sum siga, um bilarnir kunnu koyra, ella um teir skulu bíða.