Nú kunnu føroyingar sita í fongsli - heima við hús

– Tey sleppa ikki at ganga sum tey vilja . men tey sleppa bæði til arbeiðis og at passa skúla

Áki Bertholdsen
1. juli 2024 kl. 12:22

Í dag, 1. juli, er ein nýggj skipan komin í gildi, har summi av teimum, sum verða dømd at sita í fongsli, kunnu sita dómin heima við hús.

Men tey sleppa kortini ikki at ganga sum tey vilja, tí tey fótfjøtur um økilin, so at Kriminalforsorgin altíð kann fylgja við, hvar tey eru. Og fara tey út um tey mørk, sum eru avtalað, fer ein alarmur ígongd.

Kriminalforsorgin sigur í tíðindaskrivi, at tað eru bara tey, sum eru dømd at sita í mesta lagi seks mánaðir, sum kunnu søkja um at leppa at sita dómin heima við fótfjøturi.

Men tey verða undir strongum eftirlitið av kriminalforsorgini og fyri at fáa loyvi til tað, skal eisini ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri um tað er tað rætta.

Men tey, sum hava fingið longri revsing, kunnu søkja um at sleppa heim at sita teir seinastu átta mánaðirnar, áðrenn tey annars skuldi verðið royndarleyslatin. 

Kriminalforsorgin sigur, at eitt úrslit av hesum verður at trýstið á varðhaldið í Mjørkadali verður minni.

Í hesum sambandi hevur Kriminalforsorgin sett ein fótfjøturdeild á stovn og hon skal so hava eftirlitið við nýggju skipanini. Tað er eisini hon, sum fer at fara á ófráboðaða vitjan hjá teimum, sum sita heima við fótfjøturi.

Tey, sum sita við fótfjøturi sleppa til arbeiðis og tey sleppa eisini at passa skúlan ella útbúgvingina. Tey sleppa eisini til handils og til ítriv, men tað skal alt vera innan fyri eitt mark, sum er avtalað við Kriminalforsorgina.