Nú fer HB tvær ferðir út at ferðast

Eftir tepra heimasigurin ímóti EB/Streymi í kvøld verður næsta uppgávan í Gundadali grannauppgerð ímóti B36

Jóannes Hansen
19. apríl 2024 kl. 21:13

Í kvøld vann HB 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi í fyrsta dystinum í sætta umfari. HB hevur nú 15 stig fyri seks dystir, og EB/Streymur hevur fýra stig fyri seks dystir.

Í EB/Streymaleguni góvu teir týðuliga til kennar, at teir vóru ikki nøgdir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Venjarin Sigfríður S. Clementsen sá beinleiðis reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið hann var illa nøgdur og helt fram at mótmæla, tá ið hjálpardómarin hevði dømt brotsspark til HB.

Tá hevði EB/Streymur í fimm minuttir verið frammanfyri 1-0 við brotsparki, sum Filip Djordjevic hevði umsett til mál eftir at Bergur J. Poulsen varð feldur í brotsteiginum.

Umframt at venjarin sá reytt, so sá liðformaðurin Andras Ó. Olsen gult fyri at mótmæla brotssparkið, sum dómarin dømdi til HB, tá ið Jacob Johansson, sum var á veg úr brotsteiginum, var farin um koll.

Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, heilsaðu illa nøgdir EB/Streymaspælarar honum og mintu hann á, at hann hevði dømt sera ivasamt brotsspark til HB, og at teir kendu seg snýttar fyri enn eitt brotsspark.

Áki D. Samuelsen var stóri maðurin hjá HB í kvøld. Tað var hann, sum umsetti brotssparkið miðskeiðis í seinna hálvleiki til 1-1, og tað var hann, sum átta minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið. EB/Streymur misti á egnari hálvu, og verjan var ikki í javnvág, tá ið Hanus Sørenen legði innfyri úr høgru, og Áki D. Samuelsen við høvdinum sneiddi bóltin í handara síðunetið og so var 2-1.

Tvær tær næstu ferðirnar fer HB at spæla á útivølli. Mikudagin 24. apríl verður tað í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, tá ið HB fer til Klaksvíkar, og annan sunnudag verður tað á útivølli ímóti 07 Vestur. Næsta HB uppgávan í Gundadali verður sunnudagin 5. mai, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36.

Í EB/Streymi eru teir í kvøld øgiliga vónbrotnir um einki stig at hava við sær úr Gundadali. Teir taptu tepurt, og leingi gekk tað fyri seg eftir teirra treytum. EB/Streymur hevur fýra stig og er ikki so langt frá botnstrikuni, men í kvøld avrikaðu menninir hjá Sigfríða S. Clementsen við góðum skili, og sum tíðin leið, spældu teir við alt størri sjálvsáliti.

Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, eigur EB/Streymur heimavøll í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Tá verður 07 Vestur gestur við Margáir. Næsti landskappingardystur verður sunnudagin 28. apríl, tá ið KÍ verður gestur við Margáir.

HB – EB/Streymur 2-1 (0-0)

0-1: Filip Djordjevic br

1-1: Áki D. Samuelsen br

2-1: Áki D. Samuelsen

Dómari: Rúni Olsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Leivur Fossdal Guttesen – Mohamed Samba, Jacob Johansson, Áki D. Samuelsen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Suni Herman Peteren – Filip Djordjevic