Nú eru danir lidnir at telja niður

Dreymurin í Danmark er, at tað fer at eydnast at endurtaka góðu gongdina fyri trimum árum síðani, tá ið EM endaspælið var í Onglandi

26. mars vann Danmark vinadyst ímóti Føroyum á Brøndby stadion 2-0
Jóannes Hansen
16. juni 2024 kl. 14:55

Tað hevur leingi verið talt niður. Danmark er einasta norðurlandið í EM endaspælinum í Týsklandi, og leingi hava danir havt lítið mót um, at teirra lið hevði møguleikar at standa seg í endaspælinum.

Í vinadystunum ímóti Svøríki og Norra vann Danmark 2-1, og avrikini vóru so mikið fræg, at fótbóltsfepurin nú av álvara er kyknaður. Stórur streymur hevur seinastu dagarnar verið úr Danmark og suður til Stuttgart, har dysturin ímóti Slovenia verður klokkan 17 í dag.

Fyri trimum árum síðani rakk Danmark hálvfinaluni, sum Danmark tapti ímóti Onglandi, og nú er dreymurin millum danir, at tað aftur fer at eydnast at røkka í hálvfinaluna. Danmark hevur einaferð vunnið EM endaspælið. Tað var í 1992, tá ið danir í undanumfarinum vóru í bólki saman við Føroyum. Jugoslavia vann bólkin, men tá ið samveldið á Balkan var í innanhýsis kríggi gjørdi UEFA av, at Danmark skuldi luttaka í endaspælinum, sum Richard Møller-Nielsen og hansara menn vunnu.

Eitt av londunum, sum sóu dagsins ljós eftir borgarakríggið á Balkan, var Slovenia, sum í dag er mótstøðuliðið hjá Danmark. Slovenia luttók fyri fyrstu og higartil einastu ferð í EM endaspæli í 2000. Slovenia var við í HM endaspæli í bæði 2002 og 2010.