Nú er NSÍ málið í aganevndini

Aganevndin hjá FSF fer at avgera, hvørjar avleiðingarnar skulu vera, eftir at nú fráfarni ítróttarstjórin ætlaði at leypa á dómaran, og formaðurin alment helt lítið um dómaraavrikið

Jonhard Hammer
4. juli 2024 kl. 23:23

Í annaðkvøld fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur. Fyrr í vikuni boðaði dómarafelagið frá, at teirra limir ikki fóru at døma í Runavík. Hesa útsøgnina hevur dómarafelagið tikið aftur, og tað verður ein av altjóða dómarunum Heini Ziskason Viðoy, sum fer at døma millum NSÍ og 07 Vestur.

Í kvøld skrivar Sosialurin, at nú hevur FSF sent aganevndini hjá FSF málið um NSÍ og viðferðini av dómaranum Kára J. á Høvdanum at viðgera.

Tað er gjørt, tí tað stendur í ásetingunum um leikbann, at tá ið talan er um annan álitispersón enn leikara og/ella venjara, verður málið lagt til Aganevndina til avgerðar.

Tí legði starvsnevndin í FSF mikudagin hetta málið fyri aganevndina at viðgera. Formliga eitur nevndin Aga- og etiska nevndini, og hon er mannað við Anni á Hædd, Sissal Kristiansen, Kenn Nónklett, Jóhan Troest Davidsen og Eli Thorsteinsson.

Í longri grein í Sosialinum í kvøld verður víst til ásetingarnar, sum siga, at

Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsaði við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um enn longri leikbann ella burturvísing.

Lagt verður aftrat, at talan eisini kann vera um bót.

Fyrr í dag legði ítróttarstjórin frá sær. FSF finst yvirfyri aganevndini at, at formaðurin í NSÍ í samrøðu við dimma.fo segði seg halda ógvuliga lítið um dómaraavrikið síðsta fríggjakvøld.

-Tit skuldu heldur skrivað um elendigu dømingina hjá dómaranum, segði NSÍ formaðurin við dimma.fo.

Øll greinin um hetta málið er at lesa í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum, og sum í morgin verður borin haldarunum. Tað ber eisini til at keypa Sosialin á netinum.