Nú er greitt at Smyril siglur ikki meiri í dag

Suðuroyingar skulu fyrireika seg til fleiri slíkar hendingar

Erla Kongsdóttir hevur avloyst Smyril í dag
Áki Bertholdsen
6. september 2024 kl. 15:55

Tað er nú greitt, at Smyril siglur ikki meiri í dag. Í morgun varð Skipasýnið umborð og gjørdi kravt eftirlit og tá funnu tey eina rivu í einum tanga.

Tí varð Smyril lagdur til hon varð sveisað aftur og mett varð, arbeiðið fór at verða liðugt í kvøld - og so vóru útlit fyri, at Smyril fór at sigla suður klokkan 21.15 í kvøld eftir ferðaætlanini.

Men nú hava tey so funnið eina rivu afturat, so nú er tað greitt, at Smyril siglur ikki í dag, sigur Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.

Hann sigur, at rivurnar verða sveisaðir aftur uttanífrá, so kavarar skulu niður at sveisa. Hinvegin er tað alt sum talar fyri, at hann siglur eftir ferðaætlanini í morgin, leygardagin.

Hetta kom illa við, tí fleiri ferðafólk vóru longu komin umborð á miðdegi tá ið hann brádliga avlýsti.

Strandferðslan hevur einki eykaskip fyri Smyril, men veðrið er av tí besta og tí er skjóttgangandi tvíkiljan, Erla Kongsdóttir farin ein túr til Suðuroyar.

Hon fór av Gomlurætt og hon tekur 96 ferðafólk, men ongar bilar - og hon er rættiliga fullsett á veg suður. Hon siglur næstan 20 míl og siglur vestanfyri á Hvalba.

Hon fer á Hvalba og so siglur hon av Hvalba aftur klokkan 17.15 í dag. Dánjal Samuelsen sigur, at nú verða kannað um tørvur er á, at Erla Kongsdóttir skal sigla ein túr afturat í kvøld.

Samferðsluleiðarin sigur, at tað er ikki óvanligt, at slíkar rivur verða funnar á skipum, serliga tá ið tey fara at eldast. Smyril er 19 ár og hann kann ugga suðuroyingar, at støðan verður ikki betri so hvørt hann eldist. Tí skulu Suðuroyingar, og onnur ferðafólk við Smyrli, fyrireika seg upp á fleiri slíkar avlýsingar.

Strandferðslan hevur leingi ynskt sær eitt avloysaraskip fyri Smyril, men higartil hevur tað ikki eydnast - uttan tá í Herjólfur var her nakað síðani, men tað var ein loysn, sum varð mett at vera ov dýr, tí hon kostaði einar 35 milliónir um árið, og var illa hóskandi sum ferðafólkaskip - men sum farmaskip royndist hann væl.