Nøkur orð um Jóhan Hendrik W. Poulsen, orðabókarritstjóra og málmann

90 ár eru liðin, síðan Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, varð borin í heim

Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari (Mynd: Randi Ward)
Marjun A. Simonsen
17. juni 2024 kl. 14:00

Í sambandi við at í hesum døgum eru 90 ár liðin, síðan Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, varð borin í heim, vil eg fegin skriva nøkur orð honum til heiðurs.

Jóhan Hendrik var sum kunnugt ein av okkara kønastu málmonnum og orðasmiðum. Harumframt var hann orðabókamaður, og hansara seinasta verk – ið var lívsverk hansara – var at vera aðalritstjóri á Føroysku orðabók, ið kom út í 1998, og sum nú er støði undir Føroysku orðabók á sprotin.fo.

Eg var ein teirra, ið var so heppin at fáa høvi at arbeiða saman við Jóhan Hendriki. Tað er so mangt skrivað um tað, ið hann avrikaði málinum at frama, men hesi orð skulu snúgva seg um, hvussu tað var at starvast saman við honum. Tað, ið sermerkti Jóhan Hendrik, var hansara gløgga vit og hansara skemtingarsama lyndi. Eisini hevði hann tann eginleika altíð at læra frá sær. Hann segði frá orðasøgum og greiddi frá orðauppruna o.a.m. Eisini kom hann við leiðbeiningum um, nær orð ella orðing var skeivur málburður og hvussu hetta kundi orðast á hepnari hátt. Tað var sera stimbrandi.

Hetta hevði við sær, at arbeiðsdagurin altíð var áhugaverdur og stuttligur og ikki minst læruríkur. Jóhan Hendrik hevði stóran áhuga fyri øllum, ið fór fram í dagsins samfelag, og hevði tí javnan ymist stuttligt fyri munni ella eina beinrakna viðmerking um eitthvørt, ið var uppi í tíðini. Hann fylgdi væl við og loftaði mongum orðum, skrivaði niður og fekk tey við sum leitorð í orðabókina.

Eg starvaðist í góð 10 ár saman við Jóhan Hendriki, eina mest við Føroysku orðabók, t.e. móðurmálsorðabókini. Eftir tað høvdu vit nógv málsligt samskifti.

Tá ið Jóhan Hendrik so smátt fór undir móðurmálsorðabókina, bað hann meg reinskriva tekstin so hvørt á teldu fyri seg. Hetta var veturin 1987/1988, og tá vóru fáar teldur á Føroyamálsdeildini. Seinni fingu vit eitt orðabókaforrit, fleiri teldur vórðu keyptar og fleiri komu upp í arbeiðið.

Tá gjørdist arbeiðið hjá Jóhan Hendriki, ið var aðalritstjóri á móðurmálsorðabókini, at leggja øll leitorðini inn, at rættlesa alt tilfarið og harumframt at veita ráð í øllum ivamálum, sum tóku seg upp hjá ritstjórunum, ið starvaðust undir hansara kønu hond og leiðbeining. Grundarlagið undir orðabókini var orðaseðlasavnið, sum hann sjálvur hevði savnað ein fittan part av gjøgnum útvarpssendingina Orðabókina.

Sum aðalritstjóri var Jóhan Hendrik hendinga kønur. Hann var tað, ið vit nevna fjølfrøðingur (polyhistor), t.e. hann var heima á nærum øllum økjum, og tað er júst ein eginleiki, ið áneyðir eru á í slíkum arbeiði. Eisini kundi hann rekja orð aftur til fornmálið, og tað hevði við sær, at hann ongantíð stóð fastur. – Tá var tíðin ein onnur. Tó at teldurnar hjá orðabókarmanningini høvdu sínámillum samband, so bar ikki til at fara á alnetið, tá ið tað kom í 1995. Orsøkin var tann, at orðabókarforritið, ið nevndist RiSt, var forritað til DOS-stýrisskipan, og tí bar ikki til at skifta skipan ella teldur, fyrr enn orðabókin var liðug. Traðarnetið, ið var teldupostsamband millum deildirnar hjá Fróðskaparsetrinum og Setursskrivstovuna, kom tó longu fyrst í 1990-árunum. Tað var Føroya fyrsta netsamband.

Stórur eftirspurningur var eftir nýggjum orðum, so Jóhan Hendrik, ið bæði var aðalritstjóri á orðabókini og harumframt formaður í Málnevndini, hevði úr at gera. At hoyra Jóhan Hendrik greiða frá, hvussu hann evnaði orð til, var eisini góður lærdómur, ið eg í mínum arbeiði havi havt sera stórt gagn av.

Hjartamálið hjá Jóhan Hendriki var at menna málið og verja tað fyri ov stórari ávirkan uttaneftir. Hann var íðin talsmaður fyri virknari málrøkt og fyri, at orðfeingið skuldi mennast við vísindaligari­ hjálp, t.e. heldur evna orð til á heimligum botni í staðin fyri at taka fremmand tøkuorð inn í málið uttan fyrivarni. Hetta sæst eitt nú aftur í tí ørgrynnu av orðum, ið hann hevur lagt eftir seg, bæði almannaorðum og frøðiorðum.

Føroysk orðabók var liðugt ritstjórnað síðst í 1997 og kom út í 1998 – hon kom í tveimum ymsum prentútgávum og eisini á fløgu.

Tað síðsta hálva árið, tá ið seinasta hond skuldi leggjast á orðabókina, var orðabókarmanningin minkað niður aftur í okkum bæði. So eg var Jóhan Hendriki til hjálpar, tá ið støða skuldi takast til tey seinastu ivamálini, eitt nú hvørjir dupultformar skuldu loyvast, hvørjir upprunafrøðiligir orðaformar og hvørjir óregluligir orðaformar skuldu setast sum leitorð og hvussu vísast skuldi ímillum teir og høvuðsorðið o.s.fr.

Tá ið eg gavst á Føroyamálsdeildini og stovnaði egið virki, hevði eg mangan tørv á ráðum ella orðum. Tí setti eg meg javnan í samband við Jóhan Hendrik, og altíð var hann góður í ráðum. Snúði tað seg um at evna orð til, so stóð ikki á.

Jóhan Hendrik sat við málsliga stýrisvølin í Føroyum í eitt mannaminni, og væl var stýrt. Hann hevði stak evni til at evna orð til og halda eina greiða málkós. Hetta var til stórt gagn fyri okkara lítla viðbrekna mál.

Eg eri sera takksom fyri hesi árini, ið eg starvaðist saman við Jóhan Hendriki, og fyri allan tann lærdóm, ið eg fekk frá honum hesi árini, ið eg kendi hann.

Marjun

Orðabókarritstjórnin á Føroysku orðabók, ið kom út í 1998 (Mynd: Alan Brockie).