Maður funnin deyður í Havn: Eingin illgruni um brotsverk

Løgreglan brúkti allan dagin í gjár at kanna umstøðurnar út í æsir og í dag verður líkið kannað

Tað var við hetta transformatorhúsið, at maðurin varð funnin
Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 11:39

Tað er framvegis ikki nakar illgruni um at ein maður, sum varð funnin deyður í Havn í gjár, hevur verið fyri eini brotsgerð.

Tað sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, nú fyrrapartin.

Tað var út á fyrrapartin í gjár, at líkið av einum eldri manni varð funnið beint við Landsbókasavnið í Havn. Tá segði løgreglan, at tað var einki, sum bendi á, at nakað illgrunasamt var farið fram.

Talan er um ein eldri mann, og løgreglan sigur, at hann varð funnin í eini veit við transformeturhúsið beint við vegin, í eini veit sum er 1,5 metrar djúp. Har er nógvur vøkstur, so har er ringt at síggja nakað og tað kann vera ein orsøk til, at hann ikki er funnin áður.

Seinast tey vita við vissu, at maðurin er sæddur, var týsmorgunin. Tá ið tíðin gekk, fóru næstringarnar at stúra og tey ringu til løgregluni.

Fyrsta stigið var, at familjan setti seg í samband við fólk har hann kundi verið, og at tey annars fóru at leita á leiðum, har hann kundi havt verið. Og tað vóru eisini næstringar hjá honum, sum funnu líkið fyrrapartin í gjár.

Løgreglan sigur, at tá ið hann varð funnin deyður upp á hendan mátan, har eingin forkláring er, gjørdu tey av at kanna umstøðurnar út í æsir.

Tí varð alt økið byrgt av í allan gjár, har allar hugsandi tekniskar kanningar vórðu gjørdar. Og aftan á allar kanningarnar hevur løgreglan framvegis ikki fingið nakran illgruna um, at nøkur brotsgerð er framd.

Kanningarnar er fyri at staðfesta um ein brotsgerð er farin fram - og ikki minst er endamálið útihýsa at ein brotsgerð er framd.

Tey fingu eisini serkøn úr Danmarka at hjálpa til, eitt nú ein serlækna í rættarmedisini, sum kannaði líkið á staðnum.

Í gjárkvøldið varð líkið so flutt á Landssjúkrahúsið har tað verður kannað í dag fyri at staðfesta deyðsorsøkina.