Maður funnin deyður í Havn

Løgreglan hevur byrgt økið av ímeðan tey kanna málið

Áki Bertholdsen
11. juli 2024 kl. 11:11

Fyrr í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at tey høvdu funnið ein deyðan mann við Landsbókasavnið.

Løgreglan sigur, at av tí sama hava tey byrgt alt økið av, tí umstøðurnar skulu kannast út í æsir.

Løgreglan sigur eisini, at talan er um ein eldri mann og fyribils eru ongar ábendingar um, at talan er um eitt brotsverk. Men undir slíkum umstøðum er tað vanlig mannagongd at byrgja økið av ímeðan alt verður kannað.

Tað merkir eisini, at ferðslan er ávirkað, tí onnur koyribreytin er við í økinum, sum er avbyrgt, men hin koyribreytin er opin.

Hvussu leingi økið verður avbyrgt, ber ikki til at siga nú.

Løgreglan sigur eisini, at tey avvarðandi hava fingið boðini.