Løgreglan kannaði ferðsluna- funnu bara smáfeilir

Nógvir bilar vórðu kannaðir, bæði í Havn og har um vegir, í Suðuroy og í Eysturoy

Áki Bertholdsen
5. mai 2024 kl. 09:46

Í gjár og í nátt hevur løgreglan kanna ferðsluna í Havnini, og har um vegir, umframt í Suðuroy og í Eysturoynni.

Men eingin bilførari koyrdi og skjótt og allur vóru edrúir. Løgreglan sigur somuleiðis, at allir bilarnir vóru eftir forskriftunum uttan tað, at á onkrum var onkur lítil pera brostin. 

Og so var tað onkur bilførari, sum kroydu við tokulyktum hóast tað ikki var toka, og tað er ikki loyvt. 

Løgreglan sigur, at talan var um so lítil mál, at teir ómakaðu sær ikki at geva nøkrum bót, men ístaðin fingu bilførararnir ávaring um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Í nátt varð eisini ringt til løgregluna í Vágum, tí ungir dreingir lógu og koyrdu runt á prutli og larmaðu og órógvaði náttarfriðin. Tað er javnan at fólk kæra sína neyð um at tey fáa ikki náttarfrið fyri prutlum og løgreglan sigur, at tá ið umstøður eru til tað, plaga tey at fáa eitt prát við tey ungu um tað.