Løgreglan í Føroyum hjálpti til tá ið Paul Watson varð handtikin

Løgreglan í Føroyum fylgir við, hvar Paul Watson er og tey høvdu ein leiklut, tá ið hann varð handtikin í grønlandi seinast í juli

Áki Bertholdsen
12. september 2024 kl. 12:49

Løgreglan í Føroyum hevði ein leiklut, tá ið illa gitni hvala-mótstøðumaðurin, Paul Watson, var handtikin í Grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, 21. juli

Tað staðfesti danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, í morgun. Í morgin varð hann boðsendur at koma í samráð í rættarnevndini í Fólkatinginum at standa til svars fyri tað, at Paul Watson er handtikin í Grønlandi og at tey nú viðgera eina umbøn frá Japan um at fáa hann útflýggjaðan.

Tá upplýsti hann, at tað var løgreglan í Føroyum, sum gav løgregluni í Grønlandi eitt tipp um, at Paul Watson var á veg.

Hann vísir á, at løgreglan í Føroyum heldir eitt vakið eyga við, hvar Paul Watson er. Tað er tí at hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, har hann hevur lagt upp í, tá ið vit hava dripið grind.

Hann sigur, at 12. juli gav løgreglan í Føroyum starvsfeløgunum í Grønlandi eitt tipp um, at skipið hjá Paul Watson, John PaulDejoria hevði loyst úr írska høvuðsstaðnum, Dublin, og var á veg ímóti Grønlandi. Tað er tí at hann ætlaði sær eftir útnyrðingsleiðini til Japan.

Samstundis vísti løgreglan í Føroyum á fyri løgregluni í Grønlandi, at Japan hevði eftirlýst Paul Watson altjóða. Úrslitið var, at tá ið skipið legði at í Nuuk at bunkra tann 21. juli, varð Paul Watson handtikin.

Hinvegin undrast Søren Egge Rasmussen, fólkatingslimur fyri Eindarlistan, á, hví myndugleikarnir í Føroyum ikki hava biðið um at fáa Paul Watson útflyggjaðan. So hava tey ístaðin fyri Danmark at gera arbeiðið fyri seg, legði hann afturat.

Sjúrður Skaale heldur, at hetta er ikki so undarligt, tí Danmark, Grønland og Føroyar, eru sama rættarliga øki. At biðja um at fáa Paul Watson úrflýggjaðan úr Grønlandi til Føroyar, er sum at biðja um at fáa onkran útflýggjan úr Keypmannahavn til Næstved.

Sascha Faxe, fólkatingslimur fyri Alternativet reisti spurningin, um tippið frá føroysku løgregluni, var løgfrøðiliga grundað, ella um tað mundi vera politiskar orsøkir

Løgmálaráðharrin svaraði stutt, at hann ongan illgruna og onga ábending yvirhøvur um, at løgreglan í Føroyum arbeiddi politiskt. Løgreglan í Føroyum fylgir við, hvar fyriferst á økinum, og hava givið starvsfeløgunum í Grønlandi nakrar upplýsingar í tí sambamd