Lo-fi garasjurokklag frá James Blames

- Næsta staklagið frá James Blames er ein samanbrestur av garasjurokku og einum sjálvoyðileggjandi prentara

Fríðmundur Nattestad
27. juni 2024 kl. 12:30

Fyrr í hesum mánaðinum gav James Blames út sítt fyrsta staklag, Maze of Death.

Nú er James Blames (James Paul Clarke), sum býr í Klaksvík, er ættaður úr Skotlandi og uppvaksin í Connecticut, USA, til reiðar við sínum næsta staklagi. Hetta lagið ber heitið We are being invaded by demons.

- Næsta staklagið frá James Blames er ein samanbrestur av garasjurokku og einum sjálvoyðileggjandi prentara, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

- Lagið er ein kynisk, paranoid almenn útkallan um fjaldan óndskap, sum spakuliga tekur yvir okkum umvegis samtíðar miðlar; eitt nú filmar, modernaðan tónleik og alnótina. Tunga evnið verður útjavnað við høgum tempoði og eini svingandi rokk rútmu, skrivar Tutl.

Hoyr lagið We are being invaded by demons her.