Leita eftir 220 føroyingum við við diabetes

Tað er avgerandi at finna tey í sambandi við gransking

Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 12:10

Nú hava yvir 3.100 fólk meldað seg til Fargen, har tey kanna fólk, og taka royndir í sambandi við gransking. Sostatt mangla tey nú sløkk 400 fólk fyri at fáa eitt nøktandi tal á fólki við í granskingina.

Tey siga, at tey, sum eru við, umboða rættiliga væl tær sjúkur, tey ætla at granska, eitt ný giktasjúkur, og annað.

Men diabetis 2 er eisini ein sjúka tey granska og í hesum samandi mangla tey fólk í ólukkumát - hóast tað annars er ein ørgrynna av føroyingum, sum hava nettupp diabetis 2.

Granskingin verður gjørd soleiðis, at ílegur, og aðrir upplýsingar frá sjúkum fólki, verða samanborin við ílegur og upplýsingar frá frískum fólki. Tað verður gjørt fyri at vita um munur er á, ella um nakað ávís mynstur sæst.

– Endamálið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna heilivág, sum er laga til hvønn einstakan sjúkling.

Heilivágur, sum er lagaður til hvønn einstakan sjúkling, byggir á vitan um ílegurnar hjá sjúklinginum, og tað letur upp fyri at leggja viðgerðina meiri nágreiniliga til rættis.

Heilsustýrið sigur, at fyri at granskingin skal vera álítandi, er neyðugt at hava lutfalsliga nógv fólk við diabetis 2 við í kanningini.

Tí er endamálið hjá FarGen at fáa minst 220 sjúklingar við diabetis 2 afturat við í granskingina fyri at røkka málinum, sum er at 350 fólk skulu vera við.

 FarGen 2 fór undir arbeiðið at útvega luttakarar í 2022, og væntandi verður komið á mál seinni í ár.

FarGen ger ílegu- og heilsukanningar av føroyingum og savnar úrslitini í einum dátugrunnim sum er ætlaður til gransking.

– Granskarar kunnu so kunna søkja um loyvi at granska í dátunum, men tað krevst samtykki krevst frá luttakarunum fyri hvørja verkætlan sær.