Leiðslan tekur hond um tey sum kanska føla seg ótrygg

Tað er óvist nær ósemjan á Skálagarði í Klaksvík, verður loyst

Myndin er frá Almannaverkinum
Áki Bertholdsen
1. juli 2024 kl. 16:20

Enn er óvist, nær ósemjan ímillum leiðaran á Skálagarði, og Almannaverkið, verður loyst. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hósdagin.

Ósemjan hevur ført við sær, at leiðarin er koyrdur til hús til ein endalig loysn verður funnin.
Tað hevur elvt til órógv og eisini búfólk hava gjørt vart við, seg tey føla seg ótrygg.

Ístaðin fyri er ein nýggja leiðsla sett á stovnin til málið er avgreitt og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu tað gongur á Skálagarði.

Sirið Stenberg sigur, at Almannaverkið roynir altíð at tryggja at gerandisdagurin á einum stovni er tryggur og virðiligur hjá búfólkum og starvsfólkum.

Hon leggur afturat, at leiðslan, sum nú er á Skálagarði, tekur hond um tey búfólkini, sum kanska føla seg ótrygg.

– Beint nú ber ikki til at siga, nær ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður loyst, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at samskifti er ímillum partarnar og hoyringarfreistir skulu haldast.

– Miðað verður eftir at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg, sigur hon.

Hon sigur, at starvsfólkini, sum eru sett á Skálagarði, eru fakliga dugnalig og brenna fyri at geva búfólkunum eina góða tænastu.

– Starvsfólkini arbeiða miðvíst, saman við leiðsluni á Skálagarði, fyri at skipa Skálagarð og at tryggja, at búfólkini fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdag, sigur landsstýriskvinnan.