Leicester hevur beina kós ímóti Premier League

Toppliðið í næstbestu ensku deildini vann í gjár stórsigur

Leicester leikararnir Abdul Fatawu og Jamie Vardy (Mynd: Anna Gowthorpe/REX/Shutterstock)
Fríðmundur Nattestad
24. apríl 2024 kl. 15:40

Leicester City loypti hvøkk á allan fótbóltsheimin, tá felagið í 2016 vann Premier League. Felagið hevði ongantíð áður vunnið enska meistaraheitið, og kappingarárið frammanundan stríddist liðið fyri at sleppa undan niðurflyting. Talan var tí um eina av mest skakandi hendingunum í fótbóltssøguni nakrantíð.

Árini eftir meistarheitið lá liðið fyri tað mesta á mittastu plássunum í deildini. Í fjør rapaði korthúsið tó, og felagið flutti niður í næstbestu deildina, Championship.

Nú er Leicester tó í ferð við at vinna sær pláss aftur í bestu ensku deildini. Liðið, sum í løtuni liggur á odda í Championship, tók í gjár ímóti Southampton, sum liggur á 4. plássi. Oddaliðið vann heili 5-0, og tað var gamli málrevurin, og liðskiparin, Jamie Vardy, sum staðfesti sigurin, við seinasta málinum í dystinum.

Leicester liggur í løtuni á odda í Championship við 94 stigum. Leeds og Ipswich liggja á 2. og 3. plássi við ávikavist 90 og 89 stigum. Ipswich hava tó spælt ein dyst færri enn hini bæði liðini.

Tvey tey ovastu liðini í Championship flyta beinleiðis upp í Premier League, og nú bara tvey umfør eru eftir at leika, merkir tað, at Leicester bara skulu vinna annan av teimum báðum dystunum, fyri at tryggja sær beinleiðis uppflyting.