Lata fólk í til at stilla upp til kommunuvalið

Tvey almenn tiltøk skulu brynja fólk til at verða valevni á kommunuvalinum í novembur

Áki Bertholdsen
15. september 2024 kl. 14:33

Nú stundar til kommunuval og ringt verður í eystur og vestur at fáa fólk á listarnar. Men hvat er tað í roynd og veru tað, tey sum stilla upp, hava játtað seg til?

Tað f er Kvinnufelagssamskipan Føroya at varpa ljós á og í hesum sambandi fara tey at skipa fyri tveimum tiltøkum við tí endamálið at lata fólk í til kommunuval, sum tey siga.

Tiltøkini eru almenn og eru ætlað øllum, sum eru uppstillað, og sum umhugsa at stilla upp.

Tiltøkini eru eisini til teirra, sum bert eru forvitin eftir at vita meir um kommunal viðurskifti.

Hóskvøldið klokkan 19 verður tiltak um uppgávurnar hjá eini kommunu og um uppgávuna hjá einum kommunupolitikara.

Tey, sum fara at leggja fram, eru borgarstjórin í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, og Bjarni Prior, borgartjóri í Vága kommunu.

Tey fara at greiða frá um at virka í kommunupolitikki, um kommunalan rakstur, íløgur og menning.

Gunnhild Persson frá Javnstøðunevndini fer at greiða frá um støðuna ímillum kynini í kommunupolitikki, og hvønn týdning tað hevur at hava javna umboðan.

Hetta tiltakið verður í hølinum hjá Sørvágs kvinnufelag

Tað seinna tiltakið verður klokkan 19 næsta týsdag, tann 24. septembur har samstarvið ímillum kommunur verður umrøtt.

Tá fer Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, at greiða frá, hvussu arbeitt verður fyri felags kommunalum áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi ímillum kommunurnar.
Helma Maria Tróndheim greiðir frá síni gransking og sínum starvi hjá SEV. Nettupp elfelagið, Sev, er ein kommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga.

Hetta tiltakið verður í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag.