Landsstýriskvinnan hevur ikki gjørt nakað ólógligt

Tiltakið hon ætlar at seta í verk, kann verða ein fortreyt fyri, at tað eisini verður eitt fuglalív at frøast um í framtíðini

Landsstýriskvinnn ætlar at verja fuglin- og tað hevur hon fulla lógarheimild til, sigur hon
Áki Bertholdsen
11. september 2024 kl. 16:25

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at tað er ikki ólógligt at seta reglur í gildið, sum avmarka sigling og larm nærri enn 500 metrar. 

Eftir reglunum, sum ætlanin er at seta í verk, verður tað ólógligt at sigla skjótari enn átta míl um tíman, nærri enn 500 metrar um landið, og tað verður galdandi allastaðni - og tað er eisini galdandi fyri vatnskutarar.

Tað er heldur ikki lógligt at spæla harðan tónleik undir landið, ella at larma sum heild. 

Hetta er fyri at verja fuglin. Men Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ivast í um Ingilín Didriksen Strøm, yvirhøvur hevur loyvi at seta eina slíka kunngerð í gildið.

Hann vil eisini hava at vita, hvat fyri vísindaligt grundarlag hetta byggir á, og hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri tey, sum hava vinnuliga sigling við ferðafólki.

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at tað er púra lógligt at seta eina slíka kunngerð í gildið. Hon sigur, at heimildin er í grein 20 í lóg um at verja havumhvørvið.

Í viðmerkingunum til grein 20 í lógini, stendur, at endamálið er at gera «tað møguligt at seta í gildi reglur, sum ikki beinleiðis koma undir hinar partarnar í lógini, men sum koma undir endamál lógarinnar.« 

Endamál við lógini er »at varðveita vistskipanir og djóra- og plantulív« og at »varðveita eitt reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strond og luft og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi, ið kann.... hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum ella... skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendurnar og á havbotninum.«

Landsstýriskvinnan sigur, at tað stendur eisini í lógini, og í viðmerkingunum, at lógin er  galdandi fyri »skip, bátar, prámar, flótandi ella støðufastar havstøðir, flogfør, umframt annan flótandi ella fastan útbúnað, sum t.d. vind- ella streymorkuverk á sjónum.« 

– Tað er eisini staðfest í merkingunum, at lógin ikki bara er galdandi fyri vinnuliga sigling, men eisini fyri frítíðarfør. Frítíðarfør kunnu eitt nú vera motorbátar, seglbátar, vatnskutarar o.a. 

Tí heldur hon, at gon hevur greiða heimild at seta reglur um sigling fram við landi til frama fyri fuglalívið á landi og sjógvi. 

Hon sigur, at vísindaliga grundarlagið er fyrst og fremst tað stóra arbeiði, sum Ramsar-nevndirnar í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi hava gjørt síðstu 12 árini. Nólsoy, Skúvoy og Mykines, eru Ramsarøki, og tað merkir, at serlig tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fuglalívið.

Í nevndunum sita fólk við fuglafrøðiligum og vísindaligum førleikum umframt serkøn fólk á staðnum, sum varða av fuglabjørgum og høgunum í nevndu oyggjum. Nevndirnar hava skjalfest, hvussu fuglastovnarnir eru fyri og tær hava mett um, hvørjar hóttanir eru ímóti fuglinum. 

Og hon sigur, at tað eru serliga tríggjar stórar hóttanir ímóti fuglinum, nevniliga rotta, órógvandi gongd í haganum og órógvandi sigling við skjóttgangandi bátum undir landi. 

Hesar hóttanir eru tær somu, bæði í Ramsar-oyggjum og aðrastaðni. 

– Og tí er hetta eisini grundarlagið, sum er brúkt fyri at víðka verndina til frama fyri fuglin um alt landið, sigur Ingilín Didriksen Strøm. 

Tað er serliga í tíðarskeiðinum, tá fuglurin reiðrast og hevur pisur, at tørvur er á betri verju - og tað er eisini tí, at avmarkingar bara eru settar fyri sigling í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august. 

– Ein skjóttgangandi, ella larmandi bátur, kann vera nóg mikið til at órógva fuglin í tíðarskeiðinum, tá hann hevur størstan tørv á verju, sigur hon.

– Aftaná meira enn 10 ára royndir við at eygleiða fuglin í Ramsaroyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at herða siglingarreglurnar um alt landið, har fuglur heldur til, sigur landsstýriskvinnan.

Nýggju reglurnar fara ikki at forða fyri vinnuligum virksemi á sjónum. Sigling inn og út úr havnum í økjum, verður ikki ávirkað og tað verður eisini loyvt at sigla skjótari í sambandi við grindarakstur og í neyðstøðum. Harumframt er siglingin hjá Strandferðsluni heldur ikki fevnt av reglunum. 

– Í samband við vinnuliga sigling við ferðafólkum og í sambandi við frítíðarsiglarar, kunnu reglurnar tvørtur ímóti vera ein fortreyt fyri, at tað eisini verður eitt fuglalív at eygleiða í framtíðini, heldur landsstýriskvinnan.

 Kortini vísir hon av, at kunngerðin er ikki endaliga orðað enn og tí er ikki ov seint at laga hana til, verður tað neyðugt.