Kvinnurnar í Havn og menninir í Klaksvík hava ein fyrimun - á pappírinum

Spurningurin er um tað verður øðrvísi í ár enn tað hevur verið hesi seinastu 14 árini

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 10:30

Sum vit skrivaðu beint í áðni, verður dysturin um Føroyameistaraskapið í flogbólti, bæði hjá monnum og kvinnum avgjørdur í dag.

Hjá kvinnunum vunnu havnarkvinnur tann fyrra dystin og hjá monnunum vunnu klaksvíkingar tann fyrsta dystin

Og Flogbóltssambandið upplýsir, at hagtølini siga, at síðan farið varð at avgera føroyameistaraskapið við finalum fyri 14 árum síðani, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. 

Spurningurin er so um tað verður øðrvísi í ár?

Fyrstu ferð føroyameistaraskapið varð avgjørt við finalum, var í 2010. Fyrstu árini var spælt best av trimum dystum. Men tað varð broytt í 2016, tá farið varð undir núverandi skipan, har spældir verða tveir finaludystir. Vinna liðini hvør sín dyst, so fellur avgerðin í gullsetti, sum gongur upp í 15.

Og brúk var fyri gullsettinum longu fyrsta árið, tá Dráttur og Fleyr – somu lið sum hesa ferð – vunnu hvør sín dyst. Gullsettið vann Fleyr 16-14. Síðani tá hava fýra aðrir føroyameistarar tryggjað sær meistaraheitið við gullsetti:

2017: Fleyr – SÍ, menn: 15-17. Tá høvdu liðini vunnið hvør sína finalu 3-0.

2021: Mjølnir – ÍF, menn: 15-11. Tá hevði ÍF vunnið 19-17 í fimta setti í seinna finaludystinum, sum útloysti gullsett.

2021: SÍ – Dráttur, kvinnur: 17-15. Tá hevði Dráttur vunnið 15-12 í fimta setti í seinna finaludystinum.

2022: Fleyr – SÍ, kvinnur: 15-12. SÍ vann seinna dystin 3-1, men hevði tapt tann fyrra 3-2, har Fleyr vann fimta sett 16-14, eftir at SÍ annars hevði verið frammanfyri 14-10.
 
Áðrenn gullsettið varð tikið í nýtslu í 2016, varð ein triðja finala spæld, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst. Fyrstu ferð tað hendi, var fyrstu ferð, at farið varð at spæla finalur í 2010. Menninir hjá SÍ og Mjølni vóru í finaluni og vunnu hvør sín 5-settara. Tí varð neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti. Hann vann SÍ 3-0.

Bert eina aðru ferð eru tríggir finaludystir spældir. Tað var í 2015, at kvinnurnar hjá TB vunnu triðja finaludystin 3-0 á Drátti.

Síðani fyrstu finalurnar vóru í 2010, hava 14 av teimum tilsamans 56 dystunum verið fimmsettarar; seks ferðir hjá monnum og átta ferðir hjá kvinnum.

21 dystir eru endaðir 3-0; 11 hjá monnum og 10 hjá kvinnum. Bara fýra ferðir er tað komið fyri, at annað liðið hevur vunnið báðar finaludystirnar 3-0:

2013 kvinnur: Mjølnir – SÍ tvær ferðir 3-0
2014 menn: ÍF – Fleyr tvær ferðir 3-0
2018 kvinnur: Fleyr – KÍF tvær ferðir 3-0
2023 kvinnur: SÍ – Fleyr tvær ferðir 3-0

Í 2017 vunnu menninir hjá Fleyr og SÍ hvør sín dyst 3-0. SÍ vann síðan gullsettið 17-15.

Úrslitini, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010:

2024 kvinnur:
Fyrra finala 24. apríl: Dráttur - Fleyr 2-3 (18-25, 23-25, 25-17, 25-23, 9-15)
Seinna finala 27. apríl: Dráttur – Fleyr

2024 menn:
Fyrra finala 25. apríl: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-21, 25-13, 25-23)
Seinna finala 27. apríl: Mjølnir – SÍ

2023 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 26. apríl: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-18, 25-20)
Seinna finala 29. apríl: SÍ – Fleyr 3-0 (25-15, 25-18, 25-19)

2023 Menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 27. apríl 2023: Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)
Seinna finala 29. apríl 2023:  Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-23, 19-25, 25-18, 18-25, 15-12)

2022 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 31. mars 2022: Fleyr – SÍ 3-2 (18-25, 25-15, 21-25, 25-15, 16-14)
Seinna finala 2. apríl 2022: Fleyr – SÍ 1-3 (25-19, 17-25, 22-25, 17-25)
Gullsett: Fleyr – SÍ 15-12

2022 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 30. mars 2022: Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)
Seinna finala 2. apríl 2022: ÍF – Mjølnir 0-3 (12-25, 25-27, 16-25)

2021 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 1. apríl 2021: Dráttur - SÍ 0-3 (14-25, 18-25, 15-25)
Seinna finala 3. apríl 2021: SÍ - Dráttur 2-3 (25-21, 20-25, 23-25, 25-21, 12-15)
Gullsett: SÍ - Dráttur 17-15

2021 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra  finala 1. apríl 2021: ÍF - Mjølnir 1-3 (14-25, 22-25, 26-24, 21-25)
Seinna finala 3. apríl 2021: Mjølnir - ÍF 2-3 (25-21, 14-25, 23-25, 25-19, 17-19)
Gullsett: Mjølnir - ÍF 15-11

--------

2020 kvinnur: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: Dráttur
Nr. 3: KÍF

2020 menn: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: SÍ
Nr. 3: Fleyr

*Hetta árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á korunustøðuna, sum tá var. Avgjørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá, skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið. 

--------

2019 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl 2019: Fleyr - SÍ 3-2 (23-25,25-20, 28-30, 25-23, 22-20)
Seinna finala 20. apríl 2019: Fleyr- SÍ 3-2 (23-25, 25-23, 25-23, 29-31, 15-11)

2019 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (29-31, 25-23, 25-27, 25-19)
Seinna finala 20. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26)

--------

2018 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl 2018: Fleyr - KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)
Seinna finala 14. apríl 2018: Fleyr - KÍF 3-0 (25-20, 25-23, 25-11)

2018 menn: ÍF føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl 2018: ÍF - Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)
Seinna finala 14. apríl 2018: ÍF - Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12)

--------

2017 kvinnur: Dráttur føroyameistari
Fyrra finala 13. apríl 2017: Dráttur - KÍF 3-0 (25-10, 25-21, 25-19)
Seinna finala 15. apríl 2017: Dráttur-KÍF 3-1 (25-22, 19-25, 25-19 og 25-23)

2017 menn: SÍ føroyameistari
1. finala 13. apríl 2017: Fleyr - SÍ 0-3 (22-25, 17-25, 22-25)
2. finala 15. apríl 2017: Fleyr - SÍ 3-0 (25-18, 26-24, 25-22)
Gullsett Fleyr - SÍ 15-17

--------

2016 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 24. mars 2016: Dráttur – Fleyr 1-3 (20-25, 10-25, 25-13, 13-25)
Seinna finala 26. mars 2016: Dráttur – Fleyr 3-0 (27-25, 25-23, 25-16)
Gylta settið: Dráttur – Fleyr: 14-16

2016 menn: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 24. mars 2016: SÍ – Fleyr 3-1 (18-25, 25-14, 25-22, 25-19)
Seinna finala 26. mars 2016: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-19, 27-25)

------------
Frá 2010-2015 varð spælt best av trimum dystum. Frá 2016 hava tvær finalur verið spældar, sum so verða avgjørdar við gullsetti, um liðini vinna hvør sín dyst.
------------

2015 kvinnur: TB føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2015: TB – Dráttur 3-2 (17-25, 15-25, 25-20, 25-17, 15-10)
Onnur finala 1. apríl 2015: TB - Dráttur 1-3 (22-25, 25-19, 22-25, 23-25)
Triðja finala: 2. apríl 2015: TB - Dráttur 3-0 (25-22, 25-18, 25-18)

2015 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2015: ÍF – Fleyr 3-1 (25-17, 25-11, 25-20, 25-10)
Onnur finala 1 apríl 2015: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-22, 25-20)

--------

2014 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 30. mars 2014: Mjølnir - Fleyr 3-1 (25-18, 25-14, 21-25, 25-19)
Onnur finala 5. apríl 2014: Mjølnir - Fleyr 3-2 (11-25, 25-22, 25-18, 24-26, 15-13)

2014 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2014: ÍF – Fleyr 3-0 (25-21, 25-10, 25-23)
Onnur finala 5. apríl 2014: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-15)

--------

2013 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 13. mars 2013: Mjølnir - SÍ 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)
Onnur finala 5. apríl 2014: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-09)

 
2013 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 14. mars 2013: ÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 26-28, 25-14)
Onnur finala 16. mars 2013: ÍF – SÍ 3-1 (23-25, 25-19, 25-13, 25-17)

--------

2012 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars 2012: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-27, 25-19, 25-18, 24-26, 15-08)
 Onnur finala 24. mars 2014: Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-14, 25-22, 26-24)

2012 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars 2012: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-16, 25-14)
 Onnur finala 24. mars 2012: SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 20-25, 25-21, 25-13)

--------

2011 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars 2011: Fleyr – Mjølnir 1-3 (21-25, 24-26, 25-23, 21-25)
Onnur finala 27. mars 2011: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-18, 23-25, 23-25, 25-06)

2011 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars 2011: ÍF – Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 21-25, 25-16, 20-18)
Onnur finala 27. mars 2011: Mjølnir - ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21, 16-25)

--------

2010 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars 2010: SÍ – TB 3-1 (17-25, 26-16, 25-19, 25-22)
Onnur finala 21. mars 2010: SÍ - TB 3-1 (25-21, 25-13, 25-27, 28-26)
 
2010 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars 2010: SÍ – Mjølnir 3-2 (19-25, 25-21, 28-30, 25-12, 15-09)
Onnur finala 21. mars 2010: SÍ – Mjølnir 2-3 (17-25, 25-19, 25-20, 22-25, 13-15)
Triðja finala 27. Mars 2010: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-22, 27-25, 25-16)