Kristin Michelsen úti fyri sexismu

Hann sigur, at hetta er so groft, at hann hevur sett sakførara á málið

Áki Bertholdsen
13. juni 2024 kl. 13:44

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er so fortørnaður um eitt lesarabræv, sum hevur verið prentað hesar seinastu dagarnar, at hann nevur sett sakførara at kanna málið.

Talan er um eitt lesarabræv hjá Rósu Heinesen, sum er forkvinna í felagsskapinum, Livilig Kor á Tvøroyri.

Hon hevur eina viðmerking til royndina at leggja Hvalbar- og Tvøroyrar kommunu, saman. Til tíðir hevur orðaskiftið verið hvast, men nú um dagarnar skrivaði Rósa Heinesen eina grein um evnið undir heitinum »Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar!«

Lesarabrævið kanst tú lesa her: https://www.dimma.fo/grein/kommunusamanlegging-ein-fallos-og-annar

Kristin Michelsen sigur við KvF, at hetta er so groft, at hann hevur biðið sakførara kanna málið. Í hesum sambandi skal sakførarin kann ymsar dómar fyri sexismu.

Samstundis krevur hann eina treytaleysa umbering frá Rósu Heinesen. hann sigur við KvF, at fær hann umberingingina, fer hann at umhugsa um hann skal fara víðari við málinum.

Men hann sigur, at fær hann ikki eina umbering, arbeiðir sakførarin víðari við málinum.

Sambært orðabókini verður orðið fallos, lýst soleiðis: »reður (kynslimurin á mannfólki - oftast avmyndaður við standing og sum symbol fyri tann skapandi máttin í natúrini)«