Kristiligt kór úr USA vitjar í Føroyum

Her skulu tey hava tvær konsertir

Áki Bertholdsen
29. apríl 2024 kl. 10:30

Hesar næstu dagar fáa vit vitjan av einum kristiligum, amerikanskum, kórið, sum er av einum bíbilsskúla í Minnesota.

Kórið er á rundferð í norðurlondum og í hesum sambandi skulu tey hava tvær konsertir í Føroyum.

Tann fyrra verður í kirkjuni í annaðkvøld, týskvøldið tann seinna verður í Christianskirkjuni í Klaksvík mikukvøldið. 

Talan verður um eina konsertir, har evnið er takksemi og syngja sangir við bæði norðurlendskum og amerikanskum uppruna.

Tey í Christianskirjuni siga, at nakrir sangir, tey fara at syngja, eru Amazing Grace, Joshua Fit the battle of Jerico, The Lord bless you and keep you og The Glory of the Father.

Kórið í Christianskirkjuni fer eisini at syngja á konsertini í Klaksvík og har endar konsertin við, at bæði kórini syngja í felag - á føroyskum og tey fara at syngja, Himnafaðir vár vit biða.