Koyrdi út av á motorsúkklu - ein koyrdi á tá ið hann parkeraði

Í gjár arbeiddi løgreglan við tveimum málum um rúsdrekkakoyring

Áki Bertholdsen
30. juni 2024 kl. 11:46

í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna. Í hesum umfari var serliga kannað eftir um bilførarar vóru edrúir og at tei høvdu koyrikort. Løgreglan sigur, at allir bilførararnir vóru edrúir og allir høvdu koyrikort.

Men í sama viðfangi varnaðust tey, at ein bilførari hevði framvegis ikki fingið píkadekkini undan bilinum so tað fær hann bót fyri.

Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp við Vesturkirkjuna, har ein maður á motorsúkklu fór út av vegnum. Maðurin fór á sjúkrahúsið og í tí sambandi varð eisini blóðroynd tikin av honum. Løgreglan sigur, at hetta er skrásett sum eitt rúsdrekkamál.

Í gjárkvøldið varð eisini ein bilførari í Suðuroy tikin fyri rúsdrekkakoyring, eftir at hann rendi á ein garð.

Og í gjárkvøldið hendi eisini eitt sermerkt ferðsluóhapp. Tað hendi, tá ið ein bilførari skuldi parkera bilin, men bilurin steðgaði ikki, men koyri fram og rendi á húsagrundina.

Grundin fekk skaða og bilurin fekk skaða, og bilførarin fekk eisini nakað av skaða.

Enn vita tey ikki, hvat tað var, sum hendi, um bilførarin gjørdi eitt mistak, ella um okkurt tekniskt brek var við bilinum.