Kappríðingin á ólavsøku er bjargað

Tað hevur valdað stór óvissa um kappríðingini á ólavsøku í ár

Áki Bertholdsen
4. juli 2024 kl. 14:45

Tað hevur valdað stór óvissa um hvussu fór at vera við kappríðingini á ólavsøku í ár. Men nú sigur Føroya Ríðingarfelag, at kappríðingin verður aftur á ólavsøku í ár - tó at hon verður eitt sindur øðrvísi enn vit eru von við.

Kappríðing var fyrstu ferð á ólavsøku í 1921 og aftaná ein lítlan steðg, hevur hon verið fast hvørt ár síðani 1936.

Men nú nýggjur ringvegur verður gjørdur uttan um Havnina, gongur hann eisini ígjøgnum  Marknagil, har ríðibreytin er og tí hevur tað verið óvist, hvussu fór at vera í ár.

Nú heldur nevndin í Føroya Ríðingarfelag kortini, at tey hava funnið eina nøktandi loysn.cTað er ikki tann besta loysnin men felagið fer at leggja nógv fyri, so at røðin av kappríðingum ikki skal vera brotin, sigur felagið. 

Tí hevur felagið við góðari hjálp frá Articon, Tórshavnar Kommunu og Berghestum, gjørt eina ætlan, so ríðast kann í Marknagili aftur í ár.

Ætlanin er at venda breytina og sostatt ríða øðvugtan veg, tað vil siga, at starturin er har, málið plagar at vera. Hetta hevur nakrar broytingar í sambandi við áskoðarar parkering, og annað, við sær. Men vónin hjá felagnum er at hetta kemur at ávirka sum minst. 

– Hjá nógvum fólkum er tað fastur siður at byrja ólavsøkudag við kappríðing og tí heldur Føroya Ríðingarfelag, at tað er neyðugt at finna loysnir, so ríðast kann í Marknagili.

 – Hetta er kanska serliga átrokandi nú so nógvir aðrar ítróttargreinar eru givnar at hava kappingar á ólavsøku, sigur felagið.