Kanska var hetta enn ein drápsroynd ímóti Donald Trump

Illgruni er um, at ein maður lá Donaldi Trump eftir lívinum, men hann er nú handtikin

Hetta er Ryan Wesley Routh, sum er undir illgruna fyri at hava ætlað at myrða Donald Trump
Áki Bertholdsen
16. september 2024 kl. 08:24

Í gjárkvøldið var amerikanska forsetavalevni, Donald Trump kanska fyri enn eini morðroynd.

Hann spældi golf á einum vølli í Florida, tá ið ein vaktarmaður brádliga sá ein byrsumúla ígjøgnum eitt stik slakar 400 metrar frá har Donald Trump var staddur.

Skot vórðu latin av, men enn er óvist um tað var vaktarmaðurin sum skeyt, ella um tað var maðurin við byrsuni. Seinni fann løgreglan eina automatiska rifflu í einum runni beint við.

Undir øllum umstøðum er Trump ikki raktur av skotum. Miðlar skriva, at Ein 58 gamal maður - ein amerikanari - varð handtikin í bili sínum eina løtu síðani narkar kilometrar burtur frá. Hann er undir illgruna fyri at hava ligið Trump eftir lívinum.

Talan er um ein mann sum fleiri ferðir hevur gjørt støðu sína til kríggið í Ukraina, greiða og hann hevur verið við í tiltøkum, sum stuðla  Ukraina. hann hevur áður sagt, at hann eisini hevur verið í herinum í Ukraina. Hann hevur skrivað á sosialum miðlum, at hann er til reiðar at doyggja fyri Ukraina og at Kreml skuldi brennast í grund.

Samstundis hevur hann verið atfinningarsamur ímóti Donaldi Trump - men enn er ikki greitt um tað er hetta sum liggur aftan fyri, og um talan yvirhøvur var um eina morðroynd.

Tað eru annars bara tveir mánar síðani, at ein roynd varð gjørt at skjóta Donald trump, tá varð hann raktur í oyrað.