Ítróttarstjórin í NSÍ tekur í egnan barm: Hevur lagt frá sær

Eg traðkaði veruliga við síðuna av og hetta var ikki ílagi sigur hann

Áki bertholdsen
4. juli 2024 kl. 18:19

Mest umrøddi ítróttarstjórin hesar seinastu dagarnar, Eyðstan Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, hevur nú lagt frá sær.

Sostatt tekur hann nú í egnan barm og tekur avleiðingarnar av atburðinum í dysinum ímillum NSÍ og KÍ fyri eini viku síðani, tá ið hann legði eftir dómaranum.'

Nevndin í NSÍ, tók frástøðu frá hendingini og nú tekur ítróttarstjórin sjálvur avleiðingarnar.

Í skrivi til nevndina í NSÍ skrivar hann, at hann harmast sera nógv um hendingina, og vil við hesum biðja starvsnevndina, felagið, vaktirnar, leikararnar, dómararnar, FSF og øll viðhaldsfólkini hjá NSÍ, um umbering.

Hann sigur, at hann tekur undir við almenna skrivinum hjá starsvnevndini, har tey taka frástøðu frá atburðinum.

– Eg taki tað til eftirtektar tí slíkur atburður hoyrir ikki heima á fótbóltsvøllinum, sigur hann.

– Eg traðkaði veruliga við síðunar av. Hatta var ikki í lagi, leggur hann afturat.

Hann sigur, at sum avleiðing av hesi hending gevst hann sum ítróttarstjóri hjá NSÍ og hann biðjur um at verða loystur frá øllum uppgávum fyri felagið alt fyri eitt.

Nevndin í NSÍ sigur, tey hava gingið umbønini á møti.