Iran leggur hald á skip við tilknýti til Ísrael

Ísraelar hótta við avleiðingum

Iransk hernaðartyrla setur hermenn niður á dekkið
Áki Bertholdsen
13. apríl 2024 kl. 12:40

Iranski herurin hevur tikið eitt farmaskip, sum hevur tilknýti til Ísrael. Tað skriva fleiri stórir, altjóða miðlar nú fyrrapartin. Hetta hendi í Persaraflógvanum tá ið skipið var á veg inn í Hormuz-sund, og iranar hava sagt, at skipið var ein hóttan ímóti trygdini í Iran.

Tað var ein tyrla hjá iranska herinum, sum setti hermenn niður á dekkið á skipinum, og so tóku teir ræðið á tí. Skipið verður nú siglt inn í iransk sjóøki, hava myndugleikarnir í Iran boðað frá.

Talan er um skipið ið eitur MSC Ariel og tað er altjóða skipafelagið, Zodiac Maritime, sum eigur tað. Ísraelski  vinnulívsmaðurin, Eyad Ofer, eigur í tí felagnum. Tað kom úr eini havn í Arabisku Emiratunum og var á veg til India.

Hetta bøtir ikki um viðurskiftini ímillum Ísrael og Iran, sum longu eru rættiliga spent og ísraelar hava longi hótt við avleiðingum.