Ikki grundarlag fyri at broyta avtaluna um at lækka ríkisveitingina úr Danmark

Men versnar búskapurin, er støðan ein onnur, sigur løgmaður

Tað er ikki grundarlag fyri at endurskoða semjuna í samgonguni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Áki Bertholdsen
17. september 2024 kl. 12:23

Sum búskaparliga gongdin er nú, er tað ikki grundarlag broyta avtaluna um at lækka ríkisveitingina. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Í samgonguskjalinum eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samd um at lækka ríkisveitingina 25 milliónir um árið.

Men Javnaðarflokkurin fekk kortini tann ventilin við í samgonguskjalið, tí har stendur eisini, at fer búskapurin at minkað, verður avtalan endurskoðað.

Og nú hevur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, spurt hann um hann ikki ætlar at endurskoða ætlanina um at minka ríkisveitingina, nú búskaparliga støðan er versnað.

Hann sipar til Búskaparráðið, sum hevur víst á, at vøksturin í búskapinum er fallin munandi, og nú er hann ikki meiri enn trý prosent.

Samstundis eru prísirnir hækkaðir munandi og tað kundi bent á, at í roynd og veru er búskapurin farin at minka. Og skal ríkisveitingin samstundis lækkast, fer tað avleiðingar fyri vælferðina í Føroyum.

Løgmaður er samdur í, at Búskaparráðið bara vænta ein búskaparvøkstur upp á 3,3 prosent næsta ár. Men talan er ikki um at búskaparin er í minking.

Hann ásannar eisini, at óvissan er stór, tí í vár metti Búskaparráðið, at vøksturin fór bara at verða 2,8 prosent næsta ár. Sostatt hevur Búskaparráðið hækkað metingina eitt hálvt prosentstig.

– Við einum mettum búskaparvøkstri upp á 3,3 prosent, sum liggur langt frá eini minking, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, sigur løgmaður. Men hann leggur afturat, at broytist støðan, og búskaparvøksturin fer at minka, verður semjan um ríkisveitingina endurskoðað.