Í dag stendur nógv upp á spæl

Í Klaksvík snýr tað seg um silvurplássið, og í Gundadali er fjórða plássið upp á spæl

Jóannes Hansen
15. september 2024 kl. 07:47

Í gjárkvøldið var fyrsti dystur í 22. umfari í bestu landskappingini. Skála vann trivaligan 4-1 sigur á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hetta var fyrsti sigur hjá Skála síðani 1. juni, tá ið skálamenn á heimavølli vunnu 3-2 ímóti ÍF.

Hetta var annað tapið á rað hjá 07 Vestur, sum næstsíðst tapti 6-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

Toppliðið Víkingur verður í dag partur av oyggjauppgerð á Svangaskarði. Meðan B68 er næstaftast og stríðist fyri lívinum í bestu deildini, so hevur Víkingur kós ímóti FM steypinum og gullkrónunum.

Javnaldrarnir KÍ og HB kappast um næstfremsta plássið. Tey hava dystast fýra ferðir fyrr í ár, og HB hevur vunnið allar dystirnar – 3-2 í stórstepadystinum, 1-0 og 3-0 í landskappingardystum í Gundadali og 3-2 í Klaksvík í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

Í Gundadali hittast B36 og NSÍ, sum er á fjórða plássi við 37 stigum. B36 er á fimta plássi við 32 stigum. Tey hava dystast fyrr í ár í tveimum landskappingardystum í Runavík. Tann fyrra vann NSÍ 1-0, og tann seinni endaði 2-2.

Fjórði dysturin í dag verður í Streymnesi, har EB/Streymur hevur møguleika at taka seg longri burtur frá hóttanini av niðurflyting. ÍF er ikki fokið enn. Fyri tveimum vikum síðani vann ÍF ársins fyrsta sigur – 3-2 á heimavølli ímóti HB – og um tað aftur í dag eydnast ÍF at vinna fulla úrtøku, so verður vónin kveikt fyri, at tað kann fara at eydnast at sleppa undan at flyta niður, hóast tað inntil nú hevur sæð heilt vónleyst út.

 

Sunnudagin

KÍ – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B68 – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00

EB/Streymur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

B36 – NSÍ: Mohammed Hafezi Norra  kl. 15.00

Leygardagin

Skála – 07 Vestur 4-1 (2-0)

1-0: Maxwell Effiom 16.

2-0: Karl Martin Johansen br 21.

3-0: Ragnar Skála 52.

3-1: Filip Brattbakk br 63.

4-1: Maxwell Effiom 92.

Dómari: Árni Brandsson Petersen

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Nicolai Dohn  – Ragnar Skála, Karl Martin Johansen, Marjus Nón – Maxwell Effiom

07 Vestur: Sebastian John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Hans Erik Gunnarsson, Jóannis á Steig – Jón í Horni Nielsen, Amer Ordagic, Mikkel Elbæk Jakobsen – Filip Brattbakk,  Emil G. Pedersen, Julian Mouritsen

 

Víkingur

20

19

0

1

62

9

57

HB

21

16

0

5

44

18

48

20

16

0

4

43

19

48

NSÍ

21

12

1

8

46

30

37

B36

21

9

5

7

44

35

32

07 Vestur

22

8

3

11

28

50

27

Skála

22

5

3

14

26

47

18

EB/Streymur

21

5

1

15

23

41

16

B68

21

3

5

13

13

37

15

ÍF

21

1

4

16

20

63

7