Hvalbingar virða úrslitið av fólkaatkvøðuni

Sostatt er tað endaliga staðfest, at tað verður eingin samanlegging á hesum sinni

Áki Bertholdsen
24. juni 2024 kl. 18:31

Tað er nú greitt, at Hvalbiar Kommuna og Kommuna, verður ikki lagdar saman á hesum sinni.

 Tað er úrslitið, nú Hvalbiar Bygdaráð hevur umrøtt úrslitið av fólkaatkvøðuni. Tað var 15. juni, at fólkaatkvøða var um at leggja Hvalbiar og Tvøroyrar Kommunu, saman. Á Tvøroyri var meiriluti fyri at leggja saman, men í Hvalbiar Kommunu er meiriluti ímóti at leggja saman.

Og nú seinnapartin í dag hevur Hvalbiar bygdaráð umrøtt støðuna, og har samtyktu fimm av teimum sjey bygdaráðslimunum, at tey skuldu taka úrslitið til eftirtektar og sostatt verður eingin samanlegging á hesum sinni.

Men bygdaráðslimurin, Niels Olaf Eyvindsson, førdi fram, at gongdin í kommununi er heilt vanlukkulig og eitt nú fellur barnatalið í stórum, so Hvalbiar Kommuna er á veg út av eggini. Serliga vísti hann á, at skúlin fer mest sum í søguna um heilt fá ár.

Tí helt hann, at tey skuldu leggja saman, hóast úrslitið av fólkaatkvøðuni, fyri at bjarga kommununi.

Tann seinasti bygdaráðslimurin, Martin í Nesi, vísti á, at tað er sera átrokandi at fáa ein eldradepil í Hvalba og tað var ein partur av semjuskjalinum.

Hann tók sín egna pápa fram, sum dømi, sum er 98 ára gamalur og illa fyri, men hann sleppur ikki inn nakrastaðni.

 – Tá ið ikki sleppur á ellisheim 98 ára gamal, sigur tað øllum, hvussu ring støðan á eldraøkinum er, segði hann. Tí helt eisini hann, at kommunurnar skuldi verið lagdar saman alt fyri eitt, so at sjøtul kann setast á eldradepilin alt fyri eitt.