Hvalbingar vilja ikki leggja saman

Tað er meiriluti ímóti samanlegging - tað vóru 31 atkvøður á muni

Áki Bertholdsen
15. juni 2024 kl. 20:33

Tað er ikki meiriluti í Hvalbiar kommunu fyri at leggja saman við Tvøroyri. Tað er greitt, nú atkvøðurnar í Hvalba og Sandvík eru taldar upp Men tað er greiður meiriluti ímóti at leggja saman. 189 atkvøður, ella 46 prosent, eru fyri samanlegging og 220 atkvøður, ella 54 prosent, eru ímóti.