Høvdu minni at gera í Vágsbotni í ár enn undanfarin ár

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, men sum heild var talan um smáttarí

Áki Bertholdsen
30. juni 2024 kl. 10:22

Hetta vikuskiftið hevur stóra tónleikatiltakið, Voxbotn, verið í Vágsbotni og har hevur verið sum á ólavsøku.

Men tað hevur verið rættiliga friðarligt. Samarittarnir vóru mannsterkir á staðnum og teir taka sær av nógv teimum flestu trupulleikunum, sum eru.

Løgreglan var eisini mannsterk til staðar og tey siga frá samarittunum, at tað hevur verið minni at gera á Voxbotni hesa ferð enn undanfarin ár.

Annars sigur løgreglan at tey hava havt úr at gera, men at talan hevur verið um smáttarí. Løgreglufólk í vanligum klæðum vóru á Voxbotni og hildu eyga við, at tað ikki varð skonkt fyri fólki, sum vóru undir 18 ár, og øðrum, ið ikki var, sum tað átti. Men eftir tí, tey sóu, var alt eftir bókini - og har var eisini nokk av trygdarfólki.

Kortini fingu tvey fólk 1.500 krónur í bót í part fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí tey vóru so ólátað tá ið tey ætlaðu sær inn á Voxbotn. Tá ið løgreglan kom eftir teimum, vórðu tey burturvíst frá økinum og skuldu ikki vísa seg aftur í Vágsbotni.

Eitt harðskapsmál var í nátt, men tað var á einum skeinkistaði í Havn. Løgreglan sigur, at sum tað sær út beint nú, vóru tað tvey fólk, sum løgdu á eitt triðja fólk at sláa. Tann ið varð sligin, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan hevur nøvnini á báðum gerningsfólkunum og tey verða boðsend til avhoyringar, tá ið høvið býðst.

Og eitt, sum ikki slepst undan eina nátt, sum í nátt, og tað er, at fólk detta av uttandura. Løgreglan sigur, at aftur í nátt máttu tey vekja fólk, sum vóru sovnað og fáa tey á føtur aftur.