Hondbóltsmenninir fara til Japan

Tveir veningardystir vera í juli ímóti Japan, sum fyrireikar seg at vera við í OL kappingini

Hondbóltssamband Føroya
3. mai 2024 kl. 17:30

A-landsliðið hjá monnum er boðið til Japan til tveir venjingardystir fyrst í juli. Japan fyrireikar seg til OL og hava boðið Føroyum til tveir venjingardystir í Tokyo.

Talan er um eina spennandi og forkunnuga innbjóðing, sum HSF hevur takkað ja til. Dystirnir liggja mándagin 1. og mikudagin 3. juli í Tokyo. Talan er um tíðarskeið, har leikararnir vanliga hava frí, men hava flestu leikararnir møguleika at vera við, hóast talan ikki er um landsliðsviku, hetta í samráð við feløg teirra. U20-landsliðsleikararnir eru ikki tøkir til hesa uppgávuna, tí at U20 EM-endaspælið í Slovenia eisini liggur juli mánaði.

Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar móti Japan:

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:

Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)

Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)

Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)

Vengur:

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)

Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:

Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)