Hon skal halda ólavsøkuprædikuna í ár

Hon hevur verið prestur í arabiskum londum, áðrenn hon varð prestur í Klaksvík, og hon hevur eisini verið prestur fyri útlendingr í Føroyum

Áki Bertholdsen
12. juni 2024 kl. 10:45

Tað verður Marjun Lómaklett, prestur í Klaksvík, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár.

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar.

Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku og í ár er tað Marjun Lómaklett.

Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi Kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har var óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og Norsk-Svensku sjómanskirkjuni.

Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík.

Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti verið integratiónsprestur.