Holland og Frakland deildu stigini

Tað vóru stórir møguleikar í báðum endum, tá Frakland og Holland spældu málleysan javnleik í bólki D

Ragnar Sjúrðarson
21. juni 2024 kl. 23:21

Holland og Frakland kundu við einum sigri tryggja sær víðari luttøku úr bólkaspælinum í EM, tá londini spældu í kvøld.

Stórspælarin Kylian Mbappe, ið breyt nøsina í seinasta dystinum hjá Fraklandi, mátti frá bonkinum av síggja liðfelagar sínar spæla 0-0 ímóti Hollandi.

Tað vóru fleiri stórir málmøguleikar í báðum endum. Tá einans ein minuttir var leiktur, bleiv Jeremie Frimpong við fullari ferð sendur avstað ímóti franska málinum, men skot hansara var ikki nóg neyvt.

Í hinum endanum vóru franskmenn eisini vandamiklir. Ein snild avlevering sendi Adrien Rabiot frían móti málinum, har hann ósjálvsøkin avleveraði til Antoine Griezmann, sum tó misti fótafesti í tí hann skuldi skjóta.

Griezmann kom aftur púra fríur ímóti hollendska málinum í seinna hálvleiki, men enn einaferð misnýtti franski Atletico Madrid spælarin ein gyltan møguleika.

Hollendski Xavi Simons sparkaði bóltin í kassan, men eftir einari drúgvari kanning í VAR-vogninum bleiv tað staðfest, at Denzel Dumfries hevði ávirkað franska málverjan ov nógv, meðan hann var staddur offside.

Úrslitið merkir, at Holland og Frakland eru á fyrsta- og øðrumplássi í bólkinum við fýra stigum hvør. Holland er frammanfyri Frakland tí hollendarar hava skotið tvey mál, meðan franskmenn bert hava skotið eitt – annars er púra javnt.

Á triðjaplássi er Eysturíki við trimum stigum og Pólland er nummar fýra við ongum stigi.