Højlund lærir Anders And at spæla fótbólt

Unga álopsstjørnan á danska landsliðnum er við í komandi Anders And blaðnum

Fríðmundur Nattestad
18. juni 2024 kl. 17:30

Fleiri ættarlið av føroyingum eru voksin upp við bløðunum um Anders And, og allar hinar persónarnar í býnum Andeby. EM í fótbólti er á skránni í Týsklandi í hesum døgum, og í fiktiva býnum Andeby er eisini fótbóltsfepur.

Í komandi Anders And blaðnum fylgja øll í Andeby við í EM, har tann stóri leikarin er Rasmus Højand - sum altso er dunnuútgávan av danska Manchester United áleyparanum Rasmus Højlund.

Anders And er tó ikki líka bergtikin av Rasmus Højand eins og øll hini, og hann heldur seg sjálvan vera besta fótbóltsleikara í heiminum. Hann fer tí til Týsklands við vónini um, at fáa eitt pláss á danska liðnum.

Komin til Týsklands finnur Anders skjótt útav, at tað ikki er so lætt, sum hann helt tað fór at vera. Landsliðsvenjarin tekur tó synd í honum, og fær Rasmus Højand at læra Anders at spæla fótbólt.

- Tað er ein stórur heiður at vera við í einum blaði sum Anders And & Co., sum øll kenna, og tað hevur verið ein fragd at læra Anders And eitt sindur um fótbólt, sigur Rasmus Højlund við danskar miðlar.

Søgan um Rasmus Højand og Anders And eitur Fodboldrejsen, og er í blaði nummar 25, sum kemur út í næstum.