Hetta hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni

Nógv fólk hevur verið í býnum, men tað var gott lag á fólki

Áki Bertholdsen
7. juli 2024 kl. 09:32

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni.

Eftir at løgreglan hevði havt nógv at gera fríggjadagin og leygarnáttina av fullum fólki, fullum bilførarum, og øðrum, hevur lítið verið at gjørt í gjár og í nátt.

Ikki tí, tað hevur verið nógv fólk í býnum, bæði í Havn, umframt í Runavík har tað var eystanstevna og í Fuglafjørði har tað var varmakeldustevna.

Men løgreglan sigur, at sum heild var lagið gott á fólki og tað hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar.  

Men klokkan átta í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna úr einum handli í Klaksvík um ein mann, sum var so ólátaður, at fólk ræddist hann.

Tá ið løgreglan kom fram, var hann farin, men tey fingu fatur á honum og hann fær eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Beint eftir midnátt varð eisini ringt til løgregluna úr einum skeinkistaði í Havn, har ein maður ikki vildi sum starvsfólkini vildu. Men løgreglan sigur, at hann varð varða koyrdur á dyr og so var friður av tí.