Hetta er ófyrigeviligt

Stóð tað til Poul Michelsen, sum stovnaði Framsókn, vórðu Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsø tveitt úr Flokkinum

Poul Michelsen, vinstrumegin, saman við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni fyri Framsókn
Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 22:19

Í dag hevur kravgonga verið í Havn til frama fyri fríari fosturtøku. í vár legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður fyri Framsókn, uppskot um fría fosturtøku fyri Løgtingið. Tað manglaði eina einastu atkvøðu fyri at verða samtykt, tí 15 atkvøddu fyri og 15 atkvøddu ímóti.

Tvey tingfólk, sum atkvøddu ímóti vóru Sólvit E. Nolsø og Hanna Jensen úr Framsókn, sum annars hevur vinnuligt frælsi, tjóðskaparligt frælsi og persónligt frælsi ovast í sínum skjaldrarmerki.

Ein av teimum, sum eisini var við í karvgonguni í dag, var Poul Michelsen, sum stovnaði Framsókn á sinni.

Hann heldur, at tað er ósømiligt fyri Føroyar at hava ta fosturtøkulóg, vit hava, og hann skilir ikki, at politikarar ikki fata, at tað er brúk fyri, at lógin verður broytt so at vit fáa fría fosturtøku.

 – Tað ringasta er, at føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Hóast ikki hava fría fosturtøku, verður lógin umsitin so frælslynt, at í roynd og veru hava vit at kalla fría fosturtøku, segði hann í stuttari viðmerking við Miðlahúsið undir kravgonguni.

Hann var ræðuliga vónbrotin tá ið uppskotið varð felt í Løgtinginum, men hann er sannførdur um, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit fáa fría fosturtøku.

Og eitt hann ikki kann fyrigeva sær sjálvum, at hann stendur sum stovnari av einum flokki, har tveir av tríggir tinglimum, atkvøddu ímóti, at fáa fría fosturtøku.

Hann heldur, at hetta er so langt úti, at stóð tað til hann, vórðu Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsø, tveitt úr Framsókn, tí hann heldur ikki, at tey hava nakað at gera har.

Myndirnar tók Pætur Hjalmar Evensson