Hetta er enn eitt av megnar avrikunum hjá Eivør og teimum

Eivør – ENN Vit verða tikin við á ferðina!

Fríðálvur A. Jensen
16. juni 2024 kl. 23:59

Eivør – ENN

Vit verða tikin við á ferðina!

Eg fór aftur í tíðina – heilt aftur í 2004 – tí eg kann ikki annað enn gera onkra samanbering, nú eg siti við seinastu útgávuni, ENN.

Tá eg taki 20 ára ummælið fram aftur, kann man neyvan siga annað enn, at Eivør hevur verið á eini ferð, har seinasta útgávan nú er løgd fram.

Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at henda langa tilgongdin hevur givið nógv, tí eg hoyri bara enn meira hetta nærlagni, sum eg haldi Eivør hevur fingið í vøggugávu, tí tað skal ikki sørt av treiskni til, tí menningin er bara farin røttu kósina!

Skal eg nevna sjálvt heitið, so haldi eg at hetta er sera væl valt, tí eg kann hóma henda viljan at vísa á, at ENN finst nakað gott eftir, tí vit liva í eini tíð við so mongum spurningum.

Tað er sera gott, at okkara fremstu innan tónleikin og aðra list, vísa á júst henda týdningin av sjónliggering, so vit øll, eina løtu, bara kunnu seta okkum at lurta og njóta.

Um eg nú skal samanbera við tað, sum Eivør áður hevur latið úr hondum, so er tað ongin ivi í mínari verð, at øll henda tilvenjingin og allar royndirnar, hava gjørt Eivør til ein enn meira málrættaðan og góðan artist, sum nú henda seinasta útgávan ber boð um!

Eg hoyri bara enn meira nærlagni og kelan fyri teimum smáu lutunum, sum í allar uppsetingini geva mær hesa kensluna av einari heild og liðugtgerð!

Tað er frálíkt, at leggja oyruni til hvussu væl útgávan er løgd úr hondum, so tí var eg noyddur at gera eina samanbering, ið bara strikar undir mín pástand! 

Tað stuttliga við hesi útgávuni er eisini, at tað eisini verður latið upp fyri øðrum og avbjóðandi, tí taka vit millum annað lagið “Upp Úr Øskuni”, so er tað sera væl frágingið við tí rockkenda og tí ikki sørt avbjóðandi sangliga, har Eivør dugir at seta ferð á!

Her kann eg ikki lata vera við at vísa á sjónbandingina, sum her aftur vísir hvussu hon eisini dugir at fáa tað visuella við inn í tónleikin.

Tað sermerkta er eisini millum lagið “Lívsandin” og “Upp Úr Øskuni”, at tað er framhaldandi ljóðeffekt, sum á ein ella annan hátt knýtir saman.

Eg má siga, at eg fekk eina sera góða kenslu, tá eg setti meg við lagnum “Hugsi Bert Um Teg”, tí eg haldi lagið er sera væl gjørt, har eg merki eina “leivd” frá fortíðini, sum eisini onkursvegna fær meg at minnast, hvussu Eivør eisini kann føra seg fram.

Taka vit alla útgávuna, við øllum sum henda er bygd upp við, so siti eg við hesi kensluni, at hetta veruliga er ein ferð, har vit verða tikin við og kunnu njóta, tí hetta er bara enn eitt av megnar avrikunum hjá Eivør og teimum, har onnur stjørnuseting ikki neyðug!