Hesar skulu til EM næsta summar

Tað verður í Montenegro í juli og august næsta summar

Áki Bertholdsen
24. juni 2024 kl. 23:00

Tað er nú greitt, at U17-kvinnurnar hjá Føroyum skulu til EM-endaspælið næsta ár. Tað verður í Montenegro í juli og august næsta summar

U17 eru gentur, sum eru føddar í 2008 og 2009.

At tær sleppa til EM er greitt eftir at evropiska hondbóltssambandið hevur kunngjørt styrkismetingina fyri U17-kvinnur, har Føroyar er styrkismettar sum nummar 21. Tað eru 24 lond lond við í EM-endaspælinum. Tey ovastu 20 londini sleppa beinleiðis til kappingina, men fýra tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping.

Tá ið Russland, sum er styrkismett sum nummar 19, er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, sleppa Føroyar beinleiðis til endaspælið næsta summar.
Føroysku U17-kvinnurnar - sum nú eru U16 - leiktu fyri stuttum sínar fyrstu landsdystir, har tær vóru í Íslandi og spældu tveir vinardystir. Føroyar taptu tá 25-24 og 32-23 fyri Íslandi. Næsta uppgávan verður European Open, sum byrjar 1. juli í Gøteborg. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Noreg, Íslandi og Litava.

David Edvardsen og Tróndur Kragesteen eru venjarar hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum, sigur Hondbóltssambandið.