Her reyk aftur eitt koyrikort í gjár

Tað er skjótt hjá bilførarum at koma í óføri á Stangavegi í Klaksvík

Áki Bertholsen
3. juli 2024 kl. 10:25

Aftur í gjár var løgreglan í Klaksvík á Stangavegnum og gjørdi ferðslukanningar. Har hevur verið ymiskt vegarbeiði og har er hámarksferðin ikki 50, sum vanligt í bygdum øki, men hon er sett niður til 40.

Og har hava nógvir bilførarar komið sær í óføri, bæði tí at teir hava koyrt øvugtan veg av tí, sum loyvt er, og tí at teir hava koyrt ov skjótt.

Tá ið hámarksferðin er avmarkað, skal lítið til at fáa klipp í koyrikortið - ella at missa koyrikortið.

Aftur.

Og í gjáramorgunin var løgreglan í Klaksvík á Stangevegnum við ferðmátarum og kostaði tveimum bilførarum klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu slakar 50 kilometrar um tíman.

Men so var tað ein, sum koyrdi nakrar og 50 um tíman og varð dýrt. Talan er um ein bilførara, sum hevur havt koyrikort í styttri enn trý ár tí fekk hann beinleiðis koyriforboð. Tað merkir, at hann skal taka koyrikortið av nýggjum og til hann hevur fingið koyrikortið aftur, má hann lata bilin standa.

Men í sama viðfangi tók løgreglan eisini tveir bilførarar fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og nú kostar tað eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Bilførararnir, sum koyrdu ov skjótt, fáa eisini bót. So úrtøkan eftir umleið tíma á Stangavegnum í gjáramorgunin, var fimm bøtur, fýra klipp og eitt koyriforboð.